Tað harmar okkum, men av ymsum orsøkum hevur FM í innisúkkling verið flutt nakrar ferðir. Fyrst kom ein broyting í talgilda pallin vit nýta, og síðani kom karambolaga við aðrar kappingar í kalendaranum og onnur átøk.
Tað er nú so mikið fráliðið út á várið og stevið at skipa innisúkkling er farið eitt sindur av lagnum. Tí verður tiltakið flutt til í heyst og vit kunna um hvussu tað verður seinni í summar.
Havið tol við okkum, nú vit royna at fáa hetta at rigga. Tað verður heilt sikkurt stuttligt, tá vit einaferð raka rætta lagið.
Fyriskipanarbólkurin í Innisúkkling