Felagið í Norðoyggjum lýsir navnakapping

Felagið, ið var stovnað í Klaksvík skal hava eitt navn, og felagið bjóðar øllum at hjálpa við hesum í einari navnakapping. Felagið ynskir at verð ein savnandi felagsskapur fyri allar Norðoyggjar og at fevna breitt um súkklu- og triathlonítróttin.

Ynski er at finna eitt hóskandi navn, ið fevnir um virksemi felagsins. Felagið er fyri einhvønn, ið ynskir at royna seg í súkkling og triahtlon, og fyri tann, ið ynskir nýggjar avbjóðingar ella støðuga venjing. Tí at felagið er partur av Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon kunnu limir luttaka í kappingum bæði í Føroyum og uttanlands.

Ynskir tú at geva tí ískoyti til navnakappingina, biður felagið teg senda navnauppskot saman við frágreiðing til Jóan Petur Joensen, Mylnugøta 13, FO-700 Klaksvík. Brævbjálvin verður merktur “Navnakapping” og navn á luttakara skal ikki skrivast á navnauppskotið ella frágreiðingina, men leggjast í ein annan afturlatnan brævbjálva, saman við uppskoti og frágreiðing.

Felagið lýsir, at navn og vinnari verða kunngjørd í Norðlýsinum so skjótt rætta navnið er funnið og at eitt gávubræv á 2.000 kr frá FK verður latið í virðisløn.

Eru spurningar viðvíkjandi hesum, ber til at seta seg beinleiðis í samband við Jóan Petur Joensen á tlf. 235846.