Árið aftur skotið afturum við nýggjársfleirkappingini og FM MTB XCO

Saman við champagnu, kransakøku og løgmansrøðu er Nýggjársfleirkappingin er vorðin fastur táttur, og í ár var einki undantak. Sum við 90 ára føðingardegnum, vendur hon bara aftur og aftur og er til miklan hugna fyri tey, ið leita sær við.

Teinurin í ársins kapping var tann sami, sum hevur verið nýttur seinastu nógvu árini. Byrjað verður við Tølthøllina, og síðani verður runnið og súkklað runt um Fjallið eftir lendisgøtunum. Til ber at luttaka í rennikapping, súkklukapping ella í kapping, har bæði verður runnið og súkklað. Teinurin runt um fjallið er 4,1 km og verður runnin runt við sólini, meðan súkklararnir fara móti sólini runt.

Duathlonkappingin

Tað plagdu at vera flest luttakarar í duathlon kappingini, har bæði verður runnið og súkklað, men í ár vóru tað tveir mans, ið løgdu í ta avbjóðingina. Jákup Petur Eliassen og Andrass Joensen kíttu seg at renna 1 ferð runt um fjallið, síðani súkkla 3 ferðir og at enda renna niðan at venda og omanaftur ein styttri rennitein enn fyrsta túr (4,1km/12,3km/1,1km). Báðir vóru sera vælupplagdir og løgdu teinin afturum undir ein tíma. Jákup Petur vann í tíðini 56:31,1 og Andrass var honum næstu við tíðini 1:00:00. Tá rann Andrass eitt vet longri á síðsta teini fyri at heinta champagnufløskuna á toppinum.

Rennikappingin

Trý fólk runnu, Bogi Højgaard einsamallur maður og Karina Ottosen og Anida Johannesen tvinnar kvinnur. Rennararnir høvdu tvær reisur runt um Fjallið, og høvdu tá lagt 8,2 km aftur um seg. Bogi var skjótastur við tíðini 37:06 og Karina gjørdist skjótasta kvinna næst honum við tíðini 41:29. Anida helt á mál við tíðini 51:18.

Súkklukappingin og FM XCO

Fjallasúkklararnir høvdu eitt FM heiti í olympiska teininum at berjast um. Tað vóru ikki meira enn tveir dagar síðani kappast var á langteini, so helst var nakað av møði enn í kroppinum. Tað sæst tó einki til, og fólk herdu á. Súkklararnir skuldu 6 ferðir runt um fjallið á einum samlaðum teini á 25,2 km. Hjá monnum gjørdist Helgi Winther Olsen skjótastur og náddi runt undir ein tíma við tíðini 58:22. Hilmar sum á langteininum tveir dagar undan gjørdist ov stuttur at røkka heiðursmerkjum, hevði aðrar ætlanir í dag, og brúkti sínar snildur at rista Gunnar Dahl-Olsen, sum vísti ómetaliga góða styrki fáar dagar undan. Tá ið Hilmar aðru ferð leyp á og fekk hol, eydnaðist at sleppa undan og hann kom á mál næstur við tíðini 1:05:8, smá 8 sekund undan Gunnari á triðja plássi við tíðini 1:05:16. Næstur teimum vóru Niklas Hallgren (1:10:05), Kjartan Egholm (1:18:36) og Kári Nielsen (1:13:51, eitt umfar styttri).  Maria Svabo Hansen gjørdist vinnari hjá kvinnum við tíðini 1:21:9.

Úrslit

Úrslitini síggjast á webscorer: https://www.webscorer.com/race?raceid=263873

Takk fyri eitt gott ár og hjartans góða eydnu í nýggja árinum øll somul.