Andrass Joensen luttikið í Ironman á Hawaii

Ein av fremstu triathloníðkarum okkara, Andrass Joensen, kappaðist í gjár í VinFast IRONMAN World Championship í Kona Hawaii.

Andrass luttók í heimsmeistarakapingini í bólkinum M60-64, og endaliga tíðin hjá honum varð 11:22:39 tímar. Hetta rakk til eitt 37. pláss av 159 í bólkinum og eitt samalagt 1.412. plás av 2.291 monnum.

Týskarin Patrick Lange vann samlaðu kappingina í ár við tíðini 7:35:53 tímar, og betraði hann metið á hesi rutuni við góðum 4 minuttum. Hetta var triðju ferð, at Lange hevur vunnið hesa kappingina, og nú er hann 38 ára-gamal. Fyri at seta hetta inn í ein samanhang kann nevnast, at Lange rann marathon teinin uppá 2:37:34, aftaná at hava svomið 3,8 km og súkklað 180 km.

Ironman kappingin í Kona er tann upprunaliga Ironman kappingin, og hevur verið fyriskipað í Hawaii, síðani 1978. Og siðani 1981 hevur hon verið fyriskipað í býnum Kailua-Kona.

Tað er sera trupult at sleppa við til hesa kappingina, og higartil hava bert tveir føroyingar, Andrass Joensen og Súni Lamhauge, luttikið.

Andrass hevur fyrireikað seg væl og nýtt seinastu dagarnar til at venja seg við umstøðurnar á Hawaii – hendan kappingin er vanliga merkt av nógvum hita, vindi og luftvætu.

Sjógvurin er 28 hitastig.

Og frá Andrass frættist, at hann hesa tíðina hevur hitt nógvar av stóru triathlonstjørnunum – m.a. norðmannin Kristian Blummenfelt, sum er heimsmeistari og olympiskur gullvinnari, og danan Magnus Ditlev, sum endaði við at gerast nummar tvey í opna bólkinum við tíðini 7:43:39 tímar.

Andrass og Kristian Blummenfelt eftir svimjivenjing ein av døgunum á Hawaii

Avrikini hjá Andrass og teimum gerast bert størri, tá havt verður í huga, at luttakararnir byrja við at svimja 3,8 km í sjónum, við starti og máli við Kailua Kona Pier. Síðani súkkla teir norðureftir til litlu bygdina Hawi og aftur til kona – tann teinurin er 180 km. Og at enda skal eitt heilt marathon, 42,2 km, rennast í økinum kring Kona.

Hjartaliga tillukku við avrikinum og ikki minst upplivingini, Andrass!