VP4 flutt til Havnar
Ikki óvant, so argar veðrið um veturin. Ætlaða rutan í skúlaøkinum í Klaksvík er merkt av kava og hálku í ein mun, so tað liggur illa fyri at súkkla har sunnudagin 15. januar 2023.
Veðrið er fragari í Havn og har er møguleiki at krógva í viðarlundini í Hoydølum. Tískil verður tiltakið flutt til Hoydalar. Tað vil siga, at tiltakið er í Havn sunnudagin 15. januar. Tú sært kappingarlýsing við rutu og skrá í kalendaranum:
https://www.sst.fo/kalendari/2023-vetrarplumm-vp4/
Klaksvík útsett
Tiltakið í Klaksvík verður útsett til Vetrarplúmm VP5 í staðin sunnudagin 5. februar. Tað sæst í kalendaranum.