FM í triathlon á olympiskum teini

FM í olympiskum teini og Føroyaleikir

Aftur í ár vóru Føroyaleikir karmur um FM kappingina í triathlon á olympiskum teini. Og aftur í ár var tiltakið ómetaliga væl fyriskipað. Ikki  bara eins væl sum í fjør, men uppaftur betri. Trygd í hásæti og ein góð kappingarruta í allar mátar. Norðstrok lyftir yvirleggjara, síðustengur og alt fyri, hvussu triathlon tiltøk verða skipað í Føroyum.

Svimjing

Svomið var inni á vágni á einum 500 metra longum teini. Av einari brúgv gjørda til endamálið, lupu triathleatarnar á sjógv og lógu klárir at byrja. Frá fyrsta brúksli legði Bergtór Tórsteinsson seg á odda og dróg støðugt undan hinum. Næstur honum vóru Andrass Joensen og Magni Hansen. Teir svumu mest sum oman í hvør øðrum og greitt var at dystur var um plaseringar. Stutt aftanfyri aftur var Jóan Petur Joensen og eitt vet longri aftur Jákup Petur Eliassen. Soleiðis var raðfylgja eisini, tá ið íðkararnir komu úr sjónum. Niðanfyri síggjast svimjitíðirnar hjá nr 1-5 í samlaðari støðuni hjá monnum aftaná svimjingina.

1. Bergtór Tórsteinsson 23.44 min
2. Magni Hansen 25.12 min
3. Andrass Joensen 26.27 min
4. Jóan Petur Joensen 25.37 min
10. Jákup Petur Eliassen

Hjá kvinnum var tað Adél Gyepes, ið einsamøll kappaðist í FM kappingini.

1. Adél Gyepes 41.28 min

Súkkling

Súkklað varð frá stevnuøkinum út á Strond at venda á einum 10 kilometra longum teini. Hesin skuldi súkklast 4 ferðir. Tað gjørdist skjótt greitt, at broytingar fóru at vera í støðuni. Andrass Joensen og Magni Hansen súkklaðu skjótt og fingu fatur í Bergtóri Tórsteinsson aftaná fá umfør. Eisini Jóan Petur Joensen og Jákup Petur Eliassen eydnaðust at fara framvið Bergtóri, tá við einari frástøðu til teir báðar fremstu, sum drógu undan øllum í súkklingini. Niðanfyri síggjast súkklutíðirnar hjá plasering 1-5 aftaná súkklingina.

1. Andrass Joensen 1.30.51 tímar (súkkling 1.04.23 tímar)
2. Magni Hansen 1.30.55 tímar (súkkling 1.04.35 tímar)
3. Jóan Petur Joensen 1.35.07 tímar (súkkling 1.08.02 tímar)
4. Jákup Petur Eliassen 1.36.16 tímar (súkkling 1.04.41 tímar)
5. Bergtór Tórsteinsson 1.37.38 tímar (súkkling 1.12.24 tímar)

Hjá kvinnum súkklaði Adél Gyepes einsamøll.

1. Adél Gyepes 2.12.15 tímar (súkkling 1.27.40 tímar)

Súkkling

Tað var í renningini, at munurin veruliga gjørdist stórur og at síðstu plaseringarnar fullu upp á pláss. Magni Hansen setti ferð á og vann skjótt undan Andrassi Joensen. Longu aftaná fyrsta umfar, var munurin yvir ein minutt, og Magni økti áhaldandi og rann á mál einsamallur sum føroyameistari í triatahlon á olympiskum teini. Andrass helt fast í øðrum plássi meðan Jákup Petur Eliassen í renningini vann sær fram um Jóan Petur Joensen á eitt samlað triðja pláss. Bergtór Tórsteinsson, ið var skjótastur í svimjingini gjørdist fimtskjótastur samlað.

1. Magni Hansen 2.10.57 tímar (renning 39.33 min)
2. Andrass Joensen 2.16.03 tímar (renning 44.30 min)
3. Jákup Petur Eliassen 2.20.37 tímar (renning 43.54 min)
4. Jóan Petur Joensen 2.21.19 tímar (renning 45.34 min)
5. Bergtór Tórsteinsson 2.27.21 tímar (renning 48.56 min)

Hjá kvinnum rann Adél Gyepes einsamøll.

1. Adél Gyepes 3.06.18 tímar (renning 53.04 min)

Úrslit

Samlaðu úrslitini síggjast á webscorer síðuni hjá sersambandinum.

https://www.webscorer.com/race?raceid=281865