Skírishósdag 1. apríl 2021 var súkklukapping. Kappast varð í vegasúkkling og leiðin gekk úr Tórshavn til Vestmannar, har málið var á Mýrunum.
Kappast var í tveimum bólkum, har mótiónsbólkurin súkklaði styttra teinin á 44km og 1100hm beina leið úr Havn gjøgnum Kaldbaksbotn til Vestmannar og niðan á Mýrarnar. Opin bólkur súkklaði longra teinin á 66km og 1400hm og fór úr Kollafirði norður til Hósvíkar at venda, og síðani til Vestmannar og niðan á Mýrarnar.
7 súkklarar luttóku í motiónsbólkinum og 6 luttkarar í opnum bólki. Í báðum bólkum var kappingin avgjørd á teimum tveimum síðstu longu brekkunum. Úr Leynum niðan á Høgareyn og úr Vestmanna niðan a Mýrarnar. Harður mótvindur var niðan á Høgareyn og ilt var hjá súkklarum at gera stóran vørr og sleppa undan. Tá komið var til Vestmannar lá vindurin í ryggin og tað bleiv í størri mun ein styrkisdystur millum hvønn súkklara.
Úrslitini síggjast á úrslitatænastuni webscorer.com/sstfo og niðast á síðuni síggjast myndir sum Oskar Wilk hevur tikið.
Motiónsbólkur
Í motiónsbólkinum sleyt Flóvin Eidesgaard úr Føroyar Triathlonfelag undan Tórarinn Didriksen úr Tórshavnar Súkklufelag og vann síðstu klintringina við 16 sekundum. Á myndunum niðanfyri sæst hann á síðsta strekkinum hyggjandi afturum seg við Tórarinn í hølunum. Kjartan Egholm úr Tórshavnar Súkklufelag gjørdist triðskjótastur og kom á mál 1.51min aftaná vinnaran.

Opin bólkur
Í opnum bólki vóru tríggir mans saman, tá ið drúgva klintringina niðan á Høgareyn úr Leynum byrjaði. Tað eydnaðist Helga Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum og Dáva Magnussen úr Tórshavnar Súkklufelagið at sleppa undan Jákup Peturi Eliassen úr Føroya Triathlonfelag í brekkuni. Nógvi vindurin gjørdi aftur, at Helgi og Dávur ikki sloppu undan hvør øðrum. Teir fóru saman inn í síðstu klintrininga niðan á Mýrarnar og tá eydnaðist Helga at sleppa undan Dáva og gerast fyrstur niðan og vinna kappingina við 12 sekundum. Jákup Petur gjørdist triði maður á mál 11 min aftanfyri vinnaran.

Strava Strekkið – King of Mountain
Sum ofta er í súkklukappingum, var ein eykakapping løgd inn. Allir súkklarar, sum ynsktu at luttaka, vóru bidnir um at leggja GPS máting á Strava. Hetta er ein talgildur platformur at samanbera tíðir við á einum undanskrásettum strekki. Øll sum síðani súkkla hendan teinin fáa automatisk mált tíðina.
Strava strekkið sum kappast var í, var síðsta klintringin niðan á Mýrarnar. Tað er 5,71 km langt og 351m í hædd við 6.1% í miðalhalli. Stórur partur av klintringini er væl omanfyri 10%. Spenningur var um súkklararnir fóru at klára at bøta um áður skjótastu tíð. Tað gjørdi bæði Helgi og Dávur, og Helgi gjørdist skjótasti súkklari á strekkinum við tíðini 15.48 min, sum var 2.47 min skjótari enn fyrra tíðin. Sum tað sæst í yvirlitinum, var miðalmátturin hjá Helga 372W og miðalferðin 21.7 km/t.

Myndirnar niðanfyri hevur Oskar Wilk tikið.