105km avbjóðingin á Føroyaleikum gjørdist eitt rimmar tiltak í góðveðrinum

Tað vóru ikki færri enn 45 súkklur og 46 luttakarar við í 105 km avbjóðingini á Føroyaleikum, tá ið súkklað var úr Runavík runt Agnið, yvir Eiðisskarð og eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Tiltakið var skipað soleiðis, at tað var ein kapping men samstundis ein góður møguleiki hjá einhvørjum at royna seg á einum góðum og avbjóðandi langteini.

Øll fylgdust inntil komið var til skúlan á Glyvrum, har kappingin var lýst leys, og tey ið vildu skunda sær, hildu undan. Beinavegin settu Helgi Winther Olsen og Dávur Magnussen ferð á og fingu saman við einum týskum gesti, David Diemer, hol aftur til hini. Helgi og Dávur fóru síðani undan David og hildu á einsamallur. Tá ið komið var til Funnings, økti Helgi ferðina og helt á niðan um Eiðisskarð. Hálvan vegin niðan sleyt í, og Helgi slapp undan Dávi, og kom fyrstur niðan um skarðið. Lítla holið megnaði Dávur tó at lukka aftur, og báðir komu oman til Eiðis saman og fylgdust inn gjøgnum Sundalagi. Farnir niðan eftir Oyggjarvegnum økti Helgi aftur ferðina, og sum fyrr ferð, sleit hann undan Dávi. Holið millum teir báðar gjørdist heilt fitt, omanfyri minuttin, og tað sá út til at Helgi kundi vinna sær undan. Dávur otaði seg tó spakuliga inn á Helga aftur, og tá ið teir báðir komu framvið Kleynsvarða á veg oman í Havnina, kundi Dávur svara aftur og leyp á omaneftir. Hann slapp undan Helga og sat nú fremstur inn í Havnina. Tað var spenningur inntil síðstu løtu. Niðan eftir Gundadalsvegnum framvið málinum við Badmintonhøllina fyrstu ferð vóru fá sekund millum súkklararnar báðar. Dávur átti tó munin og helt frástøðuna á mál og gjørdist vinnari av Førooyaleikum í vegasúkkling í einum ordiligum gysara.

Í bólkinum aftanfyri teir, var tað Jákup Petur Eliassen, ið setti ferð á í Kollafirði og vann sær munin upp um Oyggjarvegin. Hann kom einsamallur á mál sum triði súkklari í kappingini hjá monnum. Tað er eitt bragd í sær sjálvum, tí at dagin fyri vann Jákup Petur sannførandi Triathlon kappingina í Olympiskum teini í Klaksvík, og tað má hava sitið tungt í kroppinum. Flott avrik, bæði tvey. Fleiri av hinum, ið vóru við í kappingini høvdu eisini luttikið í Triathlon kappginini. Gunnar Dahl-Olsen, skal líka viðmerkjast, kappaðist so eisini dagin fyri aftur, í fjallasúkklukappingini. Hetta eru menn úr stáli.

Úrslitið í kappingini hjá monnum gjørdist:

1: Dávur Magnussen, Tórshavnar Súkklufelag, 3:25:21
2: Helgi Winther Olsen, Fjallasúkklufelagið, 3:25:40
3: Jákup Petur Eliassen, Føroya Triathlonfelag, 3:36:10

Kvinnurnar kappaðust eisini. Undan kappingini, var ivasamt um Maria Svabo Hansen fór at luttaka, men á degnum var hon har og gjørdi ikki minni enn at vinna sannførandi. Hon endurtók soleiðis bragdið frá FM kappingini í einkultstarti herfyri, tá hon gjørdist føroyameistari. Næst henni vóru Elsa Berg og Rigmor Rasmussen. Tætt var millum Elsu og Rigmor í fylgdust allan vegin og komu saman um málið fyrstu ferð tær komu framvið Badmintonhøllini. Tá ið tær síðani komu aðru ferð, hevði Elsa vunnið sær munin og tryggjaði sær annaðplássið. Soleiðis gjørdist úrslitið akkurát sum til FM kappingina millum tær tríggjar.

1: Maria Svabo Hansen, Tórshavnar Súkklufelag, 4:36:47
2: Elsa Berg, Tórshavnar Súkklufelag, 5:12:21
3: Rigmor Rasmussen, Troy, 5:12:22

Øll úrslit síggjast her: https://www.webscorer.com/race?raceid=247268

Tað má sigast, at hetta var eitt megnar tiltak og ein stór tøkk skal latast til øll sum luttóku, hjálptu og stuðlaðu okkum á einhvønn hátt. Hetta er fyrstu ferð, at vit hava hildið eitt slíkt tiltak, og við vissu kann sigast, at hetta er byrjanin til ein nýggjan kapitul. Fleiri avbjóðingar og hugnaligar løtur eru fyri framman.

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon