Vetrarplúmm 2022
Um Vetrarplúmm
Vetrarplúmm er ein kappingarrøð á 8 umfør fyri vaksin og ung. Hjá ungum verður ikki talt saman fyri kappingarrøðina. Hjá vaksnum verða stig givin fyri hvørt plúmm ein luttekur í hjá monnum og kvinnum. Skjótasti plúmmari hjá fær 3 stig, næst skjótasti fær 2 stig og allir aðrir luttakrar fáa 1 stig. Ein plúmmkongur og drotning verða kosin seinasta umfar. Samlaða yvirlitið sæst á webscorer.
Umfør
- 06-11-2022 VP1 í Havn
- 27-11-2022 VP2 í Klaksvík
- 18-12-2022 VP3 í Havn
- 15-01-2023 VP4 í Havn
- 05-02-2023 VP5 Eysturoy
- 26-02-2023 VP6 Havn
- 12-03-2023 VP7 Eysturoy
- 02-04-2023 VP8 Havn
Bólkar
Tað verður súkklað í 4 bólkum hjá hvørjum kyni deilt eftir aldri. Tað er aldurin ein hevur á kappingardegnum, ið telur.
- 10-12 ár
- 13-15 ár
- 16-18 ár
- Opin bólkur fyri 19 ár og eldri.
Vaksin súkkla í 60 min og síðani súkkla tey ungu í 20 min á einum styttri teini. Á styttra teininum verða nakrar eyka tekniskar avbjóðingar, sum tey ungu kunnu royna meðan tey vaksnu súkkla.