Súkklivenjingarlega á Gran Canaria 2026

Súkklivenjingarlega á Gran Canaria 2026 🚴‍♀️☀️

Kom við okkum til eina viku við sól, venjing og felagsskapi á Gran Canaria!
Frá 27. januar til 4. februar 2026 fara vit til eina av best egnaðu oyggjunum í Evropa til súkkling, har vit sameina góðar vegir, fjølbroytt landslag og hitt góða januarveðrið.

Praktiskt

  • Ferð: Direkte flogferð frá Føroyum til Gran Canaria við Atlantic Airways
  • Gisting: Sport Hotel Monte Feliz – powered by Playitas
  • Matur: Hálv pensjón (morgunmatur og nátturið)
  • Flutningur: Inkl. flutningur til og frá flogvøllinum á Gran Canaria

Prísir

  • 11.500 DKK pr. persón í dupultkamari (deilir kamar við øðrum – skriva viðmerki í tilmeldingini um tú hevur ynski um kamarfelag)
  • 15.500 DKK pr. persón í einakamari (avmarkað nøgd – sig frá skjótast, skal bíleggjast serskilt)

Við tilmelding rindar tú 3.000 DKK í depositum + 100 DKK í avgreiðslugjald. Restin skal rindast seinast 1/12-25. Lena sendur eina rokning á mail tá vit nærkast.

Venjing og málbólkur

Hetta er fyrst og fremst ein venjingarlega fyri bruttohópin í súkkling og triathlon, men øll eru vælkomin at koma við.

  • Landsliðsvenjarin leggur venjingarætlanina fyri bruttohópin, og øll kunnu síggja hvussu venjingin verður skipað.
  • Tveir felagstúrar verða møguliga gjørdir hvønn dag – ein fyri teir skjótari og ein fyri teir minni skjótari súkklararnar.
  • Tú ert eisini vælkomin at leggja tíni egnu túrar eftir egnum ynski.

Umhvørvið

Gran Canaria er eitt mekka fyri súkklarar – her finnur tú:

  • Brøttu fjøllini í norðurpartinum við episkum stigningum og útsýni
  • Langar og slættar teinar í suðurøkinum til roynd og góðar TT-venjingar
  • Framúr góðar vegir og lítil ferðsla á teimum bestu rutunum
  • Einastaðni har tú longu í januar kanst súkkla í sól og 20+ stigum

Hetta er staðið, har nógv av heimsins bestu lið og einstaklingar leggja sínar vetrarlegur.

Hjálparlið

Vit arbeiða við at hava mekanikara og hjálparfólk við á túrinum – og møguliga eisini bil, sum koyrir aftan á. Meira kunning um hetta kemur, tá ið vit nærkast.

Íroknað í prísinum

✔️ Flogferð úr Føroyum til Gran Canaria
✔️ Gisting á Sport Hotel Monte Feliz
✔️ Morgunmatur & nátturið (hálv pensjón)
✔️ Flutningur til/frá hotellinum
✔️ Venjing og leiðsla

(Vit arbeiða við at finna loysnir fyri energi á rutuni – annars ber til at keypa á staðnum)

Ikki íroknað

❌ Ferðatrygging
❌ Sukur/snacks á rutuni
❌ Drykkjuvørur til døgurða
❌ Súkkluleiga (viðmælt at hava egnu súkklu við)

Avmarkað pláss

Vit hava 20 pláss, so meld teg til beinanvegin, um tú vilt tryggja tær pláss á hesum serliga túrinum.