Súkkliavbjóðingin Runavík-Tórshavn 2023
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon ynskir at geva øllum føroyskum súkklarum møguleikan at bjóða sær sjálvum av á einum 104 km longum og krevjandi teini, tá ið súkklað verður úr Runavík til Havnar um bæði Eiðisskarð og Oyggjarvegin á 17. juni.
Eitt tiltak fyri øll
Hetta er fyrst og fremst eitt súkklitiltak fyri øll, ið verður skipað soleiðis, at bestu karmar eru fyri øll at súkkla ein góðan tein og koma væl á mál. Tvær ferðir á teininum eru skáar, har til ber at stegða sær á og súkklarar við góðum royndum fara at súkkla við ásettari ferð og hjálpa teimum sum ynskja at súkkla í sama lag. Tað er frítt at velja at fylgjast í bólkum ella at súkkla einsæris sum ein hevur hug. Eingin skal halda sær aftur við at luttaka, tí hetta er ein avbjóðing fyri øll.
Tey, ið hava hug at skunda sær, kunnu kappast við um FM heitið í vegasúkkling, men øll verða heiðrað við einum luttøkuheiðursmerki fyri at megna avbjóðingina og leggja teinin afturum seg.
FM kappingin í vegasúkkling
Samstundis við avbjóðingina er kappingin um FM heitið í vegasúkkling. Tá verður kappast í opnum bólki umframt aldursbólkunum U23, M40, M50 og M60. Við tilmeldingini ber til at viðmerkja um ein luttekur í FM kappingini. Tað verður skipað eftir aldursbólkum. Allir kappsúkklarar telja eisini við í opnum bólki.
Tilmelding
Tilmeldingin til Súkkliavbjóðingina 2023 er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 200 kr. Luttakaralisti sæst við at klikkja her.
Skrá
Byrjað verður kl. 10.00 í Runavík við Løkshøll. Súkklarar eiga at møta í góðari tíð ein tíma áðrenn.
09.00 Innskriving
09.45 Startkunning
10.00 Startur
13.15 Fyrstu kappsúkklarar á mál
14.00 Fylgisbólkur á mál (4 tímar)
15.00 Fylgisbólkur á mál (5 tímar)
16.00 Fylgisbólkur á mál (6 tímar)
Stevnuøki
Starturin verður við Bylgjuna í Runavík, har møguleiki er at skifta klæðir og seta bil nærindis. Ein bilur verður í Runavík, har møguleiki er at leggja eina tasku við skiftiklæðum í, sum verða koyrd til Havnar. Máløkið verður við Wenzel í Havn. Møguleiki verður at skifta inni nærindis málinum.
Flutningur
Bussur fer frá Wenzel í Havn kl. 08.30 og verður í Runavík kl. 09.00. Súkklur kunnu verða í bussinum ella í fylgisbili, sum verður við. Møtið stundisliga kl. 08.15, so tíð er at pakka bussin. Møguleiki verður at leggja tasku og klæðir í fylgisbil, sum koyrir til Havnar úr Runavík. Kostnaðurin fyri bussin er 50 kr og kann keypast afturat tilmeldingini.
Skáar
Báðir skáarnir, eru støðgir, har til ber at fáa sær ein orkubita og vætu. Nógv orka skal til at súkkla ein langan túr og gott er nýta møguleikan at fylla upp aftur. Har verður frukt og orkubitar og bæði vatn og saft at fáa. Fyrri skáin er á Eiðisskarði og seinni skáin er í Kollfjarðadali við Effo.
Við allar skáar eru eisini fólk, ið kunnu hjálpa við einhvørjum breki á súkkluni, um tørvur er fyri tí. Súkklarar eiga tó sjálvir at hava slangu, pumpu og onnur tól við at klára seg við um eitthvørt brek hendir burturfrá skáunum. Er neyðugt við hjálp burturfrá skáunum eru hjálparar klárir og ringjast kann til tlf. 216420.
Teinurin
Byrjað verður við Bylgjuna í Runavík har øll fylgjast niðan á Rituvíkarháls og runt Agnið. Tá ið komið er til rundkoyringina á Saltangará verður kappingin lýst leys og bólkarnir súkkla víðari í hvør sínum lag. Súkklað verður gjøgnum Skálafjørðin á eystaru síðu inn á Skálabotn og víðari til Funningsfjørð og Funning, hiðani mótbrekkan byrjar niðan á Eiðisskarð. Komin niðan á Eiðisskarð er fyrsti skái, har til ber at steðga. Síðani gongur leiðin oman til Eiðis og allan vegin suður gjøgnum Sundalagi til Kollafjarðar. Í Kollfjarðadali er seinni skáin, áðrenn onnur mótbrekka um Oyggjarvegin byrjar. At enda gongur túrurin inn í Havnina, har súkklað verður av Oyggjarvegnum til høgru vestur eftir ringvegnum móti Marknagilsvegnum, inntil vent verður á Velbastaðvegin og endabresturin stendur niðan á mál hjá Wenzel. Har heiðra vit føroyameistarum og hvørjum øðrum og fegnast um at fleiri enn 100 km og 1900 hm eru farnir afturum og ein risa avbjóðing er megnað.
Teinurin sæst á kortinum niðanfyri.
Lýsing
- Grein: veg
- Stað: Runavík
- Dato: 17. juni 2023
- Innskriving: kl. 09:00
- Byrjan: kl. 10:00
Bólkar
- Opin bólkur menn
- Opin bólkur kvinnur
- M40
- M50
- M60
- Motión