Innisúkkling 27/11

Vetrarplúmm, ið skuldi vera 27/11 er útsett eina viku og ístaðin bjóða vit til eitt innisúkkling tiltak sunnudagin 27/12 kl. 13.00.

Tú kanst luttaka heimanífrá á egnari innisúkklu, ella tú kanst vera við fysiskt á Frælsinum í Havn har vit hava nakrar innivenjarar at lána út (først til mølle). Tá skalt tú hava teldu/telefon/teldi við Wahoo RGT software og súkklu við sjálvur. Innivenjararnir hava 11 speed kasettur. Tú kanst eisini taka egnan innivenjara við. Óansæð, syrg fyri at súkklan er gullrein og ikki dálka innivenjara og gólv.

Tiltakið byrjar kl. 13.00. Ver í góðari tíð kl. 12.00 soleiðis at vit náa at seta alt upp og kobla til stundisliga. Ynskir tú at luttaka á Frælsinum, set teg tá í samband við Helga á tlf. 221230.

Melda til

Fyri at melda til kappingina 27. novembur nýtir tú átakskotuna: 78EWPF

Tú kanst eisini vitja RGT síðuna: https://user.rgtcycling.com/event?code=78EWPF

Tørvar tær hjálp?

Tørvar tær eina hjálpandi lýsing um, hvussu tú meldar til, vitja tá heimasíðu okkara á www.sst.fo/innisukkling/. Er eitthvørt, sum tú ikki finnur svar um á síðuni, ella hevur tú hugskot til nakað vit eiga at lýsa, so send okkum vinarliga ein teldupost á inni@sst.fo.