FM VEG TT 2021

Kappingin um FM heitið í einkultstarti á vegnum verður fríggjakvøldið kl. 18.00 á Strondum. Møtt verður við Stranda Skúla har innskrivingina er og møguleiki er at skifta. Kappingarøkið er við Strandamáling, smáar 500m frá Skúlanum.

Gevið gætur, at starturin er útsettur ein tíma, soleiðis at byrjað verður kl. 19.00 ístaðin fyri kl. 18.00 sum áður lýst.

Skrá

Kl. 18.00 Innskriving
Kl. 18.45 Startuppkall og kunning
Kl. 19.00 Startur
Kl. 20.00 Síðstu súkklarar á mál
Kl. 20.15 Heiðursmerkjahandan

Tilmelding

Evsta freist at melda til er sunndagin 13. juni. Kostnaðurin fyri at luttaka er 100kr og verður goldin á degnum við innskrivingini.

Bólkar

Sjálvt FM heitið er í opnum bólki hjá monnum og í opnum bólki hjá kvinnum. Kappingin er eisini skipað í aldursbólkunum U23, M40, M50 og M60. Teinurin er tann sami fyri allar bólkar, og tí kunnu øll luttaka í opna bólkinum umframt aldursbólkinum tey hoyra til.

Kappingin

Kappast verður í einkultstarti. Súkklarar verða styrkismettir eftir úrslitum frá fyrra árið ella frá øðrum nýligum kappingum, um teir ikki luttóku við fyrra FM. Hvør súkklari byrjar við 30-60s millum, alt eftir luttakaratali. Ikki er loyvt at sita nær at hjóli hjá einum øðrum súkklara. Um ein yvirhálar ein súkklara, skal tað gerast við ferð og frástøða skal haldast áðrenn og aftaná yvirhálingina. Tann ið verður yvirhálaður hevur ikki loyvi at leggja seg í skjól hjá tí sum yvirhálar. Súkklarin ið brúkar styts tíð um teinin vinnur.

Ruta

Startur og mál er við Strandamáling sunnast á Strondum. Súkklað verður frá málinum fram við sjóvarmálanum og eftir Strandavegi gjøgnum rundkoyringina, har brekkan niðan á hægsta punkt á teininum byrjar. Komin niðan á Skarpheyggj verður súkklað víðari eftir landsvegnum allan vegin inn á Skálabotn við Effo at venda. Túrurin heim aftur er júst tann sami inntil súkklarin er komin á mál við Strandamáling. Teinurin er 26,8km og við 200hm.