FM VEG 2021 Vegasúkkling

FM 2021 í vegasúkkling verður á Sandoynni 21. august 2021. Startur og mál verða í Skálavík.

Skrá

09.15 Súkklur í lastbil á Gomlurætt
09.45 Báturin fer av Gomlurætt
10.30 Bussur fer úr Skopun til Skálavíkar

11.00 Innskriving til kappingina
12.00 Kappingin byrjar
15.15 Fyrstu súkklarar á mál
17.00 Kappingin liðug

17.00 Hugnahald á Mølini
20.00 Bussur fer úr Skálavík
20.40 Bátur fer úr Skopun

Tilmelding

Luttøkugjaldið fyri FM kappingina er 100 kr og tilmeldingin fer fram á Atongumerki.

– Leinkja til tilmelding
– Leinkja til luttakaralista

Freistin at melda til er 15. august 2021.

Flutningur og hugnahald

Í samband við tiltakið verður skipað fyri hugnahaldi við mati á Café Mølin í Skálavík aftaná kappingina. Pláss er fyri 50 gestum til hugnahaldið og hesi skulu bíleggjast saman við tilmeldingini. Flutningur er skipaður við bussi í hesum sambandi. Kostnaður fyri buss og hugnahald er 250 kr.

Í samband við bussflutning, verða súkklur fluttar í lastbili. Lastbilurin stendur á Gomlurætt og súkklur verða setta í bilin frá kl. 9.15-9.35 áðrenn fráferð. Møtið gjarna stundisliga.

Báturin fer eisini úr Skopun kl. 16.35 og 18.35, um onkur ynskir at fara áðrenn hugnahaldið.

Yvirnátting

Góður møguleiki er at leiga summarhús á Sandoynni og í samband við hugnatiltakið eru 10 kømur tøk við dupultsongum at bóka á Gistingarhúsið Mølin fyri 1249 kr. Hetta kann gjaldast í tilmeldingini. Um fleiri ynskja at fara saman um eitt kamar, avtala tey sínamillum hvør bókar eitt kamar og gjaldir. Sí nærri um gistingarmøguleikar hjá visitsandoy.fo.

Kappingarbólkar

Kappast verður í Opnum bólki og í aldursbólkunum U23,  M40, M50 og M60 hjá monnum og kvinnum. Opin bólkur súkklar longri tein enn hinir bólkarnir. Tað ber til hjá øllum bólkum at kappast í opnum bólki, men tá telja tey ikki við í aldursbólkunum. Umframt kappingarbólkarnar verður eisini ein motiónsbólkur.

Bólkur Árgangir Teinur Hædd
Opin bólkur menn 1982-1998 102 km 1900 hm
Opin bólkur kvinnur 1982-1998 69 km 1300 hm
U23 1999-2002 69 km 1300 hm
M40 1972-1981 69 km 1300 hm
M50 1962-1971 69 km 1300 hm
M60 1952-1961 51 km 950 hm
Motiónsbólkur 51 km 950 hm

Ruta

Startur og mál eru í Skálavík við Mølina. Súkklað verður úr Skálavík til Sands og víðari til Skopunar at venda á ferjuleguni. Úr Skopun verður síðani súkklað aftur til Sands og víðari gjøgnum Húsavík til Dals. Úr Dali verður súkklað aftur til Skálavíkar.

  • Opin bólkur hjá monnum súkklar teinin tvær ferðir
  • Opin bólkur hjá kvinnum og aldursbólkar hjá monnum súkkla teinin einaferð umframt einaferð til Sands at venda og aftur til Skálavíkar
  • Aldursbólkar hjá kvinnum og motiónsbólkurin súkkla teinin einaferð