FM TRI 2025 OL teinur

FM kappingin í triathlon á olympiskum teini verður hildin í Klaksvík, har svomið verður í svimjihøllini í Klaksvík, súkklu og renni ruta síggjast í leinkjuna niðast á síðuni.

Skrá

Kl. 12.30 Kunningarfundur og innskriving
Kl. 13.15 Upphiting
Kl. 13.50 Startuppkall í svimjihøllini
Kl. 14.00 Startur
Kl. 17.00 Heiðursmerkjahandan

Tilmelding

Tilmeldingin fer fram á atgongumerki og luttakaralisti sæst við at klikkja her. Kostnaðurin er 100 kr. Freistin at melda til er hóskvøldið 14. august kl. 22.00. Tað er ikki møguligt at melda til aftaná hetta.

Svimjing

Svomið verður í svimjihøllini í Klaksvík, har svimjarar svimja aftur og fram á somu geil. Teljari er fyri hvørja geil. Tað er ikki loyvt at svimja í drakt ella neoprenshorts.

Súkkling

Súkklingin er uttan drafting. Súkklað verður frá Svimjihøllini tvær ferð til Norðoyrar at venda, aftur til rundkoyringina við Vágsbø og norð á Bakkafrost við Strond at venda aftur til Svimjihøllina í Klaksvík. Teinurin sæst á kortinum niðast á síðuni.

Renning

Runnið verður frá svimjihøllini. Teinurin skal rennast 4 ferðir og sæst á kortinum niðast á síðuni.

Áminning og reglugerð

Allir íðkarar skulu hava ein kassa við at leggja ting síni í. Farið verður gjøgnum reglugerðina á kunningarfundinum kl. 12.30 Allir íðkarar skulu møta stundisliga til kunningarfundin.