FM MTB 2025 XCM langteinur
Fjallasúkklukappingin um FM heitið í langteini (XCM) fyri vaksin verður vegna veður flutt frá sunnudegum 14. desembur til sunnudagin 21. desembur í Havn.
Teinurin og kappingarleisturin er tann sami sum í fjør. Tað verður súkklað ein rættur langteinur í fjøllunum og kappingin verður skipað í brotteinar, har til ber at fyljgast stóran part av tíðini og at kappingin verður avgjørd við stigum vunnum á brotteinunum.
Tilmelding
Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki og luttøkugjaldið er 50 kr. Freistin at melda til er mikudagin 17. desembur. Luttakarilisti sæst her. Gevið gætur, at kappingin er fyri vaksin og at kappast verður í opnum bólki hjá kvinnum og monnum.
Skrá
- 09.00 Innskriving
- 10.00 Startur
- 15.00 Síðstu súkklarar á mál
Teinur
Niðast á síðuni sæst kort av teininum og allir luttakarar fáa sent eina gps fílu mikukvøldið, tá ið tilmeldingarfreistin er farin. Súkklað verður í fjallinum so hóast teinurin einans er 40 km í longd við uml. 1100 hæddarmetrum væntast túrurin at taka útvið 4 tímar.
Kappingin
Leisturin verður heldur øðrvísi, enn vanligt er. Allir súkklarar fylgjast hóvliga á felagstúri, og so eru innløgd 7 brotteinar, har kappast verður um at koma fyrstur hvønn brottein. Bíðað verður síðani eftir, at øll koma fram áðrenn hildið verður á. Í staðin fyri at kappast um tíð, verða stig givin fyri tað pláss, ein súkklari kemur á mál í ávísa brotteininum. Tann fyrsti fær 1 stig, tann næsti 2 stig, triðji 3 stig og so framvegis. At enda verða stigini løgd saman og vinnarin er tann við fæst stigum. Kappast verður í opnum bólki hjá monnum og kvinnum.
Endamálið er, at luttakarar fáa høvi at fyljgast ein fittan part av tíðini heldur enn at súkkla hvør í sær allan teinin. Er munurin ov stórur millum luttakararnar, so verður tillagað. Til ber at luttaka uttan at kappast og at sytta teinin ávís støð.
Lýsing
- Grein: mtb
- Stað: Tórshavn
- Dato: 21. december 2025
- Innskriving: kl. 09:00
- Byrjan: kl. 10:00
Bólkar
- Opin bólkur menn
- Opin bólkur kvinnur