FM MTB 2025 XCC Stuttteinur
Fjallasúkklukappingin um FM heitið í stuttteini (XCC) fyri vaksin verður fríggjakvøld 3. oktobur við Glasir í Havn.
Tilmelding
Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Freistin at melda til er mikudagin 1. oktobur. Luttakaralisti sæst her.
Skrá
- 17.00 Innskriving
- 17.50 Súkklarar klárir við startin
- 18.00 Startur U19, U23, M40, M50, M60, opin bólkur
- 19.00 Kappingin liðug
Stevnuøki
Vit hava ikki møguleika fyri umklæðing á stevnuøkinum innandura. Einki vesi er beint við.
Lýsing av kapping
XCC er fjallasúkkling á stutteini. Kappast verður á einari stuttari rutu í uml. 30 min og umfarið liðugt. Tað vil siga, at tá ið 30 min eru farnir, verður ikki farið út á nýtt umfar aftur.
Í talvuni niðanfyri síggjast hvussu nógv umfør hvør bólkur skal súkkla. Talið av umførum kann broytast á degnum um dómarin metir at færri ella fleiri umfør skulu súkklast fyri at raka røttu vinnaratíð.
Lýsing av rutu
Byrjað verður á p-økinum beint undir høvuðsinngongini á Glasi, og so snýr rutan seg runt. Fyrst yvir á Skúlan á Fløtum, har ein brøtt undanbrekka, nakað av hellu og onkrar aðrar smábrekkur og sving krevja eitt sindur av snildu. Síðani verður súkklað omanum Glasir yvir til aðru undanbrekku, sum er í lendi oman til og framvið tjørnina í byrginingini við Rættará. Síðsti parturin er har fittasti partur av mótbrekkum er. Tá ið komið er framvið Skúlaheimi gongur leiðin framvið høvuðsdyrnum á Glasi og runt á p-økinum til ein langan góðan endaspurt. Rutan er 2 km long við uml. 30 hm.
Kappingarbólkar
Bólkur | Árgangir | Kappingartíð | Umfør |
---|---|---|---|
U19 | 2007-2008 | 30 | 5 |
U23 | 2003-2006 | 30 | 5 |
Opin bólkur kvinnur | 1986-2002 | 30 | 5 |
Opin bólkur menn | 1986-2002 | 30 | 5 |
M40 | 1976-1985 | 30 | 5 |
M50 | 1966-1975 | 30 | 5 |
M60 | 1956-1965 | 30 | 5 |
Lýsing
- Grein: mtb
- Stað: Tórshavn
- Dato: 3. oktober 2025
- Innskriving: kl. 17:00
- Byrjan: kl. 18:00
Bólkar
- U19
- U23
- Opin bólkur menn
- Opin bólkur kvinnur
- M40
- M50
- M60