FM MTB 2022 Stutteinur

Fjallasúkklukappingin um FM heitið í stuttteini (XCC) verður fríggjadagin 10. juni í Havn.

Tilmelding

Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 100 kr. Freistin at melda til er sunnukvøldið 5. juni. Luttakaralisti sæst her.

Skrá

  • 17.00 Innskriving
  • 17.50 Súkklarar klárir við startin
  • 18.00 Startur U19, U23, M40, M50, M60, opin bólkur

Stevnuøki

Møguleiki er at skifta á Venjingarskúlanum fáar hundrað metrar burturi. Har er eisini gott at seta bilin. Drekka og ábit verður at fáa.

Lýsing av kapping

XCC er fjallasúkkling á stutteini. Kappast verður á einari stuttari rutu í uml. 30 min og umfarið liðugt. Tað vil siga, at tá ið 30 min eru farnir, verður ikki farið út á nýtt umfar aftur.

Í talvuni niðanfyri síggjast hvussu nógv umfør hvør bólkur skal súkkla. Talið av umførum kann broytast á degnum um dómarin metir at færri ella fleiri umfør skulu súkklast fyri at raka røttu vinnaratíð.

Lýsing av rutu

Kappingin verður hildin á økinum kring Eirargarð og mál og startur verður við dampvaskaríið. FM rutan er 1 km long við 30hm og hevur blandað undirlag við asfalti, grúsi, onkrari trappu og einhvørjum góðum. Rutan er ikki torfør, men hon lønar einum góðum tekniskum súkklara. Tað slepst tó ikki undan, at har skal traðkast nógv og hart, um ein ætlar at skunda sær runt.

Kappingarbólkar

Bólkur Árgangir Kappingartíð Umfør
U19 2004-2005 20 7
U23 2000-2003 30 9
Opin bólkur kvinnur 1983-1999 30 8
Opin bólkur menn 1983-1999 30 10
M40 1973-1982 30 9
M50 1963-1972 30 8
M60 1953-1962 30 7