FM MTB 2021 Stutteinur **Avlýst**

G.g. Kappingin er avlýst.

Fjallasúkklukappingin um FM heitið í stuttteini (XCC) verður fríggjadagin 10. septembur kl 18.00 í Havn.

Tilmelding

Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Legg til merkis, at freistin at melda seg til er sunnukvøldið 5. septembur.

Skrá

Kappingin byrjar kl. 13.00 og súkklað verður í 30 min.
  • 17.00 Innskriving – minnist til tilmelding seinast sunnukvøldið 18. oktobur
  • 17.00 Upphiting á rutuni
  • 17.50 Uppkalling til start
  • 18.00 Startur

Stevnuøkið

Vit hava ikki umklæðing beint við startin, men møguleiki er at skifta á Venjingarskúlanum fáar hundrað metrar burturi. Har er eisini gott at seta bilin. Kaffi og okkurt gott afturvið verður at fáa.

Lýsing av kapping

Í stutteini verður kappast á einari stuttari rutu í 30 min og umfarið liðugt. Tað vil siga, at tá ið 30 min eru farnir, verður ikki farið út á nýtt umfar aftur.

Kappingin er skipað eftir UCI/DCU reglum og bólkum. Allir bólkar súkkla í 30 min. Menn og Kvinnur er opin bólkur, og øll ið súkkla tann teinin luttaka í opnum bólki, umframt tí bólki, tey vegna aldur eru bólkað í.

Lýsing av rutu

Kappingin verður hildin í økinum kring Eirargarð og mál og startur verður við dampvaskaríið. Rutan er 1 km long við 30hm og hevur blandað undirlag við asfalti, grúsi, onkrari trappu og einhvørjum góðum. Rutan er ikki torfør, men hon lønar einum góðum tekniskum súkklara. Tað slepst tó ikki undan, at har skal traðkast nóg og hart, um ein ætlar at skunda sær runt.

Stravaknøtturin leinkjar til rutuna sum Strava segment. Google maps sæst niðanfyri.