Dómaraskeið í Triathlon, 7. mars 2026.
Dómaraskeiðið í triathlon verður hildið leygardagin 7. mars 2026.
Stað: Svimjihøllin, fundarhølið oman yvir nýggja svimjihylinum
Byrjar: kl. 09.00
Skeiðið tekur 1 dag, og umleið 6–7 tímar.
Skeiðið er ókeypis, og SST syrgir fyri provianti á degnum.
Hetta er eitt grundskeið fyri tey, sum vilja gerast triathlon-dómarar.
Meira kunning um dómarútbúgvingina fæst her: Dómaraskeið – kunning
Praktiskt
- Undirvísingin verður á donskum
- Havið notesblokk/teldu og praktisk klæði við
Tilmelding
- Seinasta freist at melda til er 5. mars 2026.
- Tilmelding fer fram við at senda ein mail á SST@SST.fo
Lýsing
- Grein: tri
- Dato: 7. marts 2026
- Byrjan: kl. 09:00