Útsett: FM VEG 2023 Býarsúkkling

Útsett, nýtt dato kemur skjótt.

Kappingin um FM heitið í býarsúkkling verður í Tórshavn sunnudagin 18. juni 2023.

Gevið gætur, at startur og mál eru flutt til ídnaðarøkið við Velbastaðvegin og at stevnuøkið er hjá P/F Wenzel.

TILMELDING

Luttøkugjaldið fyri FM kappingina er 100 kr. og tilmeldingin fer fram á Atongumerki. Freistin at melda til er mikukvøldi 14. juni. Luttakarlisti sæst her.

SKRÁ

Kl. 13.00 Innskriving
Kl. 13.45 Startuppkall og kunning
Kl. 14.00 Startur
Kl. 14.50 Síðstu súkklarar á mál
Kl. 15.00 Heiðursmerkjahandan

STEVNUØKI

Møtt verður hjá Wenzel, har innskrivingin er. Mong parkeringsøki eru nærindis. Møguleiki er ikki fyri at fara í bað.

LÝSING AV KAPPING

Súkklað verður í 45 min. + 3 umfør. Tað vil siga, at tá ið 45 min. eru farnir, verður ringt á einari klokku og súkklað verða 3 umfør afturat.

Vanligt er, at tá ið ein verður yvirhálaður við einari umfari, steðgar ein í kappingini. Her verður tó loyvt hjá øllum at halda á, inntil kappingartíðin er farin. Tó so, at verður ein súkklari tikin við einumfari, skal hann/hon geva pláss fyri tí, ið yvirhálar, og ikki ávirka kappingarstøðuna hjá teimum, ið eru frammanfyri. Vinnarin av kappingini er tann millum tey sum hava súkklað flest umfør sum er fyrstur á mál.

LÝSING AV RUTU

Startur og mál eru Velbastaðvegnum uttanfyri Wenzel. Súkklað verður við sólini í ring – fyrst niðan eftir Velbastaðvegnum, har vent verður til høgru oman eftir Kirkjubøarvegnum, síðani til høgru oman eftir Marknagilsvegnum og at enda til høgru niðaneftir Velbastaðvegnum á mál við Wenzel aftur. Teinurin er 1,2 km langur við 30 hæddarmetrum.

KAPPINGARBÓLKAR

BÓLKUR ÁRGANGIR KAPPINGARTÍÐ
U19 2004-2005 45 min + 2 umfør
U23 2000-2003 45 min + 2 umfør
Opin bólkur kvinnur 1983-1999 45 min + 2 umfør
Opin bólkur menn 1983-1999 45 min + 2 umfør
M40 1973-1982 45 min + 2 umfør
M50 1963-1972 45 min + 2 umfør
M60 1953-1962 45 min + 2 umfør