FM TRI 2023 Olympiskur teinur

FM kappingin í triathlon á olympiskum teini verður hildin í Havn, har svomið verður í svimjihøllini í Gundadali, súkklað verður til Kaldbaks og aftur, og runnið verður í býnum.

Skrá

Kl. 9.00 Kunningarfundur og innskriving
Kl. 9.30 Upphiting
Kl. 10.15 Startuppkall í svimjihøllini
Kl. 10.30 Startur
Kl. 13.00 Heiðursmerkjahandan

Tilmelding

Tilmeldingin fer fram á atgongumerki og luttakaralisti sæst við at klikkja her. Kostnaðurin er 100 kr. Freistin at melda til er mikukvøldið 1. juni kl. 22.00. Tað er ikki møguligt at melda til aftaná hetta.

Svimjing

Svomið verður í svimjihøllini í Gundadali, har svimjarar svimja aftur og fram á somu geil. Teljari er fyri hvørja geil. Tað er ikki loyvt at svimja í drakt.

Súkkling

Súkklingin er uttan drafting. Súkklað verður frá Svimjihøllini eftir Eystari Ringvegi út at venda í rundkoyringini við Skansan og síðani til Kaldbaks at venda við býarskelti (Við Krossá/Inni á Fløtum) aftur til Svimjihøllina í Gundadali. Teinurin sæst á kortinum niðast á síðuni.

Renning

Runnið verður frá svimjihøllini framvið hølunum hjá Dansifrøi, oman eftir Hoydalsvegnum, gjøgnum miðbýin, framvið Strond og eftir Eystara ringvegi niðan til Svimjihøllina. Teinurin skal rennast tvær ferðir og sæst á kortinum niðast á síðuni.

Áminning og reglugerð

Allir íðkarar skulu hava ein kassa við at leggja ting síni í. Farið verður gjøgnum reglugerðina á kunningarfundinum kl. 9.00. Allir íðkarar skulu møta stundisliga til kunningarfundin.