Jónas, Pauli og Beinta vunnu FM-heiti á vegi

FM í vegasúkkling varð avgreitt fyrsta vikuskiftið í september við langteini á Skálafjørðinum leygardagin og tíðarsúkkling í Klaksvík sunnudagin.

Vikuskiftið hevði fleiri sterk avrik, men serliga 14 ára gamli Jónas Gunnarsson gjørdi vart við seg. Hann vann føroyameistaraheitið hjá monnum á langteini eftir ein spennandi endaspurt móti Paula Poulsen og tók dagin eftir bronsu í tíðarsúkklingini. Hjá kvinnunum hevði Beinta Hoydal eitt sera gott vikuskifti og vann bæði langteinin og tíðarsúkklingina.

14 ára gamli Jónas føroyameistari hjá monnum

Leygardagin 5. september varð kappast um FM á langteini við Skálafjørðin. Menninir koyrdu umleið 112 kilometrar, meðan kvinnurnar koyrdu umleið 65 kilometrar. Teinurin gekk kring Skálafjørðin, runt Agnið og gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Hjá monnunum gjørdist kappingin serliga spennandi. Eftir at ein oddabólkur hevði myndast, vóru at enda Jónas Gunnarsson og Pauli Poulsen einsamallir á odda.

Á teimum seinastu umførunum á Skála varð koyrt taktiskt, og tá umleið 250 metrar vóru eftir, setti Jónas endaspurtin í gongd. Hann helt leiðsluna allan vegin á mál og vann við fáum súkklulongdum. Báðir fingu somu skrásettu tíð, 3:22:34.

Avrikið var sermerkt: Jónas er bert 14 ára gamal, men kappaðist í opna bólkinum og gjørdist sostatt føroyameistari hjá monnum – ikki í einum ungdómsbólki. Hann býr í Danmark og súkklar dagliga fyri Velo Cycling Club.

FM langteinur – menn

  1. Jónas Gunnarsson, Velo Cycling Club – 3:22:34
  2. Pauli Poulsen, Troy – 3:22:34
  3. Konstantinos Garoflos, Troy – 3:24:21

Konstantinos Garoflos tryggjaði sær bronsuna, 1 minutt og 47 sekund aftan fyri teir báðar fremstu.

Beinta vann langteinin hjá kvinnunum

Hjá kvinnunum var Beinta Hoydal skjótast á 65 kilometra langa teininum. Hon kom á mál í tíðini 2:31:19.

Margith Lamhauge gjørdist nummar tvey í 2:35:48, meðan Mai-Britt Svalbard Hansen tók bronsuna í 2:38:19.

FM langteinur – kvinnur

  1. Beinta Hoydal – 2:31:19
  2. Margith Lamhauge – 2:35:48
  3. Mai-Britt Svalbard Hansen – 2:38:19

Pauli sterkastur á Oyggjaleikateininum í Klaksvík

Sunnudagin varð skift frá langteini til tíðarsúkkling. Kappingin varð koyrd í Klaksvík á umleið 16 kilometra langa teininum, sum eisini skal brúkast til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027. Í tíðarsúkkling koyrir hvør súkklari einsamallur móti klokkuni, og drafting er ikki loyvd.

Her var Pauli Poulsen úr Troy greitt skjótastur. Hann koyrdi teinin í 21:28 og vann føroyameistaraheitið.

Bergtór Tórsteinsson úr Norðstrok gjørdist nummar tvey í 22:40, meðan Jónas Gunnarsson aftur gjørdi vart við seg og tók triðja plássið í 22:44 – bert fýra sekund aftan fyri Bergtór.

FM tíðarsúkkling – menn

  1. Pauli Poulsen, Troy – 21:28
  2. Bergtór Tórsteinsson, Norðstrok – 22:40
  3. Jónas Gunnarsson, Velo Cycling Club – 22:44

Beinta eisini føroyameistari í tíðarsúkkling

Beinta Hoydal fylgdi sigrinum á langteini upp við enn einum FM-heiti sunnudagin.

Hon vann tíðarsúkklingina við tíðini 28:30. Mai-Britt Svalbard Hansen gjørdist nummar tvey í 30:20, meðan bert tvey sekund vóru aftur til Margith Lamhauge, sum tók triðja plássið í 30:22.

FM tíðarsúkkling – kvinnur

  1. Beinta Hoydal – 28:30
  2. Mai-Britt Svalbard Hansen – 30:20
  3. Margith Lamhauge – 30:22

Beinta fór sostatt úr FM-vikuskiftinum við tveimum føroyameistaraheitum, meðan Jónas Gunnarsson við gulli á langteini og bronsu í tíðarsúkklingini stóð fyri einum av mest merkisverdu avrikunum hetta vikuskiftið.

Báðir teinarnir hava eisini týdning fram móti Oyggjaleikunum í Føroyum í 2027, og tveir kommissærar frá danska súkklusambandinum vóru til staðar í sambandi við fyrireikingarnar til leikirnar.

SST ynskir øllum føroyameistarunum og heiðursmerkjavinnarunum hjartaliga tillukku og takkar luttakarum, feløgum, hjálparfólkum og øllum, sum vóru við til at fáa FM-kappingarnar væl avgreiddar.