Tvey føroyameistaraheiti í fjallasúkkling vórðu avgjørd í Havn í september, tá kappast varð í XCC stuttteini og XCO miðteini. Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum gjørdist stóri vinnarin og vann báðar kappingarnar.
Fríggjakvøldið 11. september varð FM í XCC koyrt við Glasir, og sunnudagin 13. september varð FM í XCO avgjørt á krevjandi teininum í Hoydølum.
Helgi sterkastur á stuttteininum
XCC-kappingin varð koyrd á einum 2 km longum teini við Glasir. XCC er skjót og intensiv fjallasúkkling, har kappast verður í umleið 30 minuttir, og tí er lítið pláss fyri feilum frá byrjan til enda. Teinurin hevði bæði brattar undanbrekkur, tekniskar partar og mótbrekkur, áðrenn súkklararnir komu aftur til Glasir og langa endaspurtin.
Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum var sterkastur. Hann koyrdi seks umfør og kom á mál í tíðini 34:23.74.
Gunnar Dahl-Olsen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag gjørdist nummar tvey við fimm umførum í 31:06.60, meðan ungi Benjamin Crooks, eisini úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, tók triðja plássið við fimm umførum í 31:51.21.
Jóhannes Jóhannesson úr Fjallasúkklufelagnum gjørdist nummar fýra í tíðini 33:33.38.
FM MTB XCC – úrslit
- Helgi Winther Olsen, Fjallasúkklufelagið – 6 umfør, 34:23.74
- Gunnar Dahl-Olsen, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag – 5 umfør, 31:06.60
- Benjamin Crooks, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag – 5 umfør, 31:51.21
- Jóhannes Jóhannesson, Fjallasúkklufelagið – 5 umfør, 33:33.38
Helgi endurtók sigurin í Hoydølum
Tveir dagar seinni varð aftur kappast um FM-heiður, hesa ferð í XCO miðteini í Hoydølum.
XCO er olympiska greinin innan fjallasúkkling og er munandi longri enn XCC. Teinurin í Hoydølum var 3,5 km langur við umleið 110 hæddarmetrum fyri hvørt umfar. Rutan gekk eftir gøtunum í Hoydølum og hevði eina blanding av brøttum brekkum, skjótum undanbrekkum og tekniskum avbjóðingum.
Aftur hesa ferð var Helgi Winther Olsen sterkastur. Hann koyrdi átta umfør og vann kappingina í tíðini 1:28:18.69.
Gunnar Dahl-Olsen gjørdist aftur nummar tvey. Hann koyrdi sjey umfør í 1:31:47.10, meðan Jóhannes Jóhannesson tryggjaði Fjallasúkklufelagnum enn eitt pláss á heiðursmerkjapallinum við sjey umførum í 1:34:15.93.
FM MTB XCO – úrslit
- Helgi Winther Olsen, Fjallasúkklufelagið – 8 umfør, 1:28:18.69
- Gunnar Dahl-Olsen, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag – 7 umfør, 1:31:47.10
- Jóhannes Jóhannesson, Fjallasúkklufelagið – 7 umfør, 1:34:15.93
Arnfinnur Helmsdal og Benjamin Crooks vóru eisini við í XCO-kappingini.
Tvey FM-heiti á trimum døgum
Við sigrunum við Glasir og í Hoydølum kundi Helgi Winther Olsen sostatt fara úr FM-vikuskiftinum við tveimum føroyameistaraheitum – einum í tí skjóta og eksplosiva XCC og einum í tí longri og meira krevjandi XCO.
SST ynskir Helga og øllum heiðursmerkjavinnarunum hjartaliga tillukku og takkar luttakarum, fyriskiparum og hjálparfólkum fyri tvær væl avgreiddar FM-kappingar.





