Leygarkvøldið 31. oktober skipaði Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon (SST) fyri ársveitslu á Panorama á Hotel Hafnia í Tórshavn.
Endamálið við ársveitsluni var at savna fólkini kring føroyska súkkling og triathlon til eitt hugnaligt kvøld, har høvi var at hyggja aftur á farna árið, hátíðarhalda góð avrik og styrkja felagsskapin uttan fyri kappingar og venjingar.
Kvøldið bjóðaði upp á góðan mat, hugna og samveru, har felags áhugin fyri ítróttini var í miðdeplinum.
Formenninir í limafeløgunum heiðraðir
Ein serlig løta á kvøldinum var, tá SST heiðraði formenninar í limafeløgunum fyri teirra stóra arbeiði og íkast til menningina av føroyskum súkklu- og triathlonítrótti.
Limafeløgini eru sjálvt grundarlagið undir virkseminum hjá SST. Tað er í feløgunum, at venjingar verða skipaðar, kappingar fyriskipaðar og felagsskapir bygdir upp. Aftan fyri hetta liggja óteljandi tímar av sjálvbodnum arbeiði, sum ofta fer fram uttan fyri almenna sjóneykað.
Við heiðranini ynskti SST at vísa sína stóru virðing og takksemi fyri eldhugan, ábyrgdina og arbeiðið, sum formenninir leggja í feløgini.
Hjartaliga tillukku til:
Gunnar Dahl-Olsen, Tórshavnar súkklu- og traithlonfelag
Jóanis Albert Nielsen, Vága súkklufelag
Magni Højgaard, Troy
Joan Petur Joensen, Norðstrok
Helgi Winther Olsen, Fjallasúkklufelagið
Tað er við sterkum feløgum og góðum samstarvi, at vit saman kunnu menna føroyska súkkling og triathlon enn meira.
SST takkar øllum, sum luttóku á ársveitsluni, og ikki minst øllum teimum sjálvbodnu, sum árið runt gera eitt stórt arbeiði fyri okkara ítrótt.
Vit gleða okkum til eitt spennandi 2027!
























































































