Viðtøkur fyri súkkling

Navn og heimstaður  

Navn sambandsins er Súkkling Føroyar, og er tað partur av Sersambandinum fyri súkkling og triathlon. 

Heimstaður sambandsins er Tórshavn. 

Endamál 

Súkkling Føroyar hevur til endamáls 

  •  at menna  og skapa áhuga fyri súkkling sum ítróttargrein í Føroyum,  
  • at vera stuðul hjá limafeløgunum og at virka fyri samstarvi millum limafeløgini, 
  • at geva limafeløgunum bestu umstøður at íðka, og 
  • at umboða føroyska súkkling mótvegis felagskapum og myndugleikum bæði innan- og uttanlanda. 

 Súkkling Føroyar hevur hægsta myndugleika í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja súkkling í Føroyum. 

 Súkkling Føroyar er uttanveltað í politiskum, sosialum og átrúnaðarligum spurningum. 

Limaskapur 

Ítróttafeløg, ið er limir í ÍSF, og hvørs limir íðka súkkling sum ítróttargrein, eru av sær sjálvum limir í Súkkling Føroyar. 

 Tekur limur seg úr Súkkling Føroyar, skal skrivlig fráboðan um hetta sendast til ÍSF og SST. 

Skipan  

Aðalfundurin hevur hægsta myndugleikan í Súkkling Føroyar og hevur heimild at áseta reglur v.m. 

Starvsnevndin umsitur dagliga virksemið hjá Súkkling Føroyar. 

Fastar nevndir og nevndir, ið eru settar við einum ávísum endamáli, skulu ráðgeva og vera Starvsnevndini til hjálpar í arbeiði sínum. Virksemi teirra, val og virkisháttur eru ásett í hesum viðtøkum og/ella serligum reglugerðum, sum verða ásettar av Starvsnevndini. 

Nevndirnar í Súkkling Føroyar skulu vera valdar ella tilnevndar uttan uttanhýsis ávirkan samsvarandi mannagongdum í hesum viðtøkum. 

Ársaðalfundur  

Starvsnevndin kallar inn til aðalfundar við at venda sær skrivliga til limafeløgini við í minsta lagið 14 daga varningi. Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstaði, -tíð og –skrá. 

Á ársaðalfundinum, sum skal haldast innan 1. mars, er fundarskráin í minsta lagið hendan: 

  1. Val av fundarstjóra 
  2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið  
  3. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar  
  4. Val av nevndum og tiltakslimum  
  5. Val av grannskoðara 
  6. Innkomin mál 
  7. Ymiskt 

Hvørt limafelag kann senda trý umboð til aðalfundin. Eingin kann á aðalfundi umboða felag uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagið ein mánaða og hava limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi.  

Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu hvør hava limafeløgini.  

ÍSF, dómsnevndin og grannskoðarin hava talurætt og rætt at seta fram uppskot. 

Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar á ársaðalfundinum, herundir lógarbroytingar, skulu vera starvsnevndini í hendi í minsta lagið 14 dagar undan aðalfundinum. Starvsnevndin sendir øllum limafeløgunum innkomnu uppskotini, soleiðis at hesi eru limafeløgunum í hendi í seinasta lagið 7 dagar undan aðalfundinum. 

Tó kunnu onnur mál, sum ikki standa á skrá, verða tikin til viðgerðar og viðgjørd, um 2/3 av teimum á aðalfundinum møttu játta. 

Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum. Fundarstjórin kann vera nevndarlimur. 

Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt. 

Atkvøðast kann sambært fulltrú. Fundarstjórin ger av gildi hennara. 

Eykaaðalfundir 

Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið 1/3 av limum felagins krevja tað.  

Eykaaðalfundur skal vera lýstur við sjey daga freist og fráboðaður limafeløgunum skrivliga. Mannagongdin á eykaaðalfundi er, á aðrar mátar, tann sama sum á ársaðalfundi. 

Starvsnevndin 

Dagligu leiðsluna av Súkkling Føroyar hevur Starvsnevndin, og hevur hon øll fíggjarlig viðurskifti um hendi. 

Í Starvsnevndini sita formaður, næstformaður og kassameistari. Í minsta lagið ein tiltakslimur skal eisini veljast. 

Tveir limir verða valdir annaðhvørt ár og ein limur annaðhvørt ár. Tiltakslimir verða valdir hvørt ár at sita eitt ár.  

Nevndin skipar seg sjálva. Limir í starvsnevndini kunnu ikki samstundis verða formaður í nøkrum av limafeløgunum. 

Starvsnevndin: 

  • Tekur avgerðir í øllum málum, sum tað ikki áliggur aðalfundinum at taka avgerð um, og sum ikki sambært lóggávu ella hesum viðtøkum eru løgd til aðrar nevndir at taka avgerð um; 
  • fyrireikar og innkallar til ársaðalfundir og eykaaðalfundir; 
  • útnevnir formenn og limir í føstum nevndum; 
  • kann í førum, har hetta verður mett neyðugt, seta aðrar nevndir við avmarkaðum uppgávum; 
  • skal áseta reglugerðir fyri skipan av føstum nevndum og nevndum við avmarkaðum endamáli; 
  • skal á ársaðalfundinum seta fram uppskot um óheftar grannskoðarar; 
  • setir venjarar til landsliðini; 
  • skal tryggja, at hesar lógir verða fylgdar og taka neyðugar avgerðir í hesum sambandi; 
  • kann siga upp persón ella nevnd ella fyribils koyra ein lim úr felagsskapinum fram til næsta aðalfund; 
  • kann lata øðrum nevndum í Súkkling Føroyar ella uttanfyri standandi uppgávur, sum Starvsnevndin hevur. 

Starvsnevndin heldur fund so ofta hon heldur tað vera neyðugt.  

Starvsnevndin er viðtøkufør, tá ið 2/3 av nevndarlimunum eru møttir. 

Starvsnevndin kann gera reglugerð fyri virksemi sítt. 

Fer nevndarlimur frá í úrtíð, kemur fyrstvaldi tiltakslimur í hansara stað. 

Nevndarlimir fáa onga løn fyri størv síni.  

Gerðabók verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir. 

Kappingarnevnd 

Serstøk Kappingarnevnd fyri Súkkling Føroyar skal veljast av Starvsnevndini annaðhvørt ár. Limir í Kappingarnevndini skulu veljast líka árstøl; fyrstu ferð í 2020. 

Ein av nevndarlimunum í kappingarnevndini, skal eisini verða limur av Starvsnevndini. 

Kappingarnevndin hevur leiðsluna av øllum almennum kappingum innan súkkling og triathlon í Føroyum. 

Kappingarnevndin tekur avgerð í møguligum trætumálum innan súkkling og triathlon.  

Tekningarreglur 

Súkkling Føroyar verður teknað av formanninum saman við einum nevndarlimi ella av tveimum nevndarlimum í felag.  

Keyp til dagligan rakstur og tílíkt kann gerast av nevndarlimum einsæris. 

Keyp, søla ella veðseting av fastari ogn krevur aðalfundarsamtykt. 

Roknskapur 

Roknskaparár felagsins er 01.01-31.12.  

Roknskapurin verður grannskoðaður av einum av aðalfundinum valdum grannskoðara, sum hevur rætt at kanna felagsins bøkur og skøl, tá ið hann ynskir tað. 

Viðtøkubroytingar 

At broyta viðtøkurnar krevst, at í minsta lagið 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.  

Avtøka 

At taka Súkkling Føroyar av krevst, at í minsta lagið 3/4 av limumfeløgunum eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri. Er ikki neyðugi meirilutin av limum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har felagið kann verða avtikið, um 3/4 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir. 

Verður sambandið avtikið, velur aðalfundurin ein ella fleiri avtøkustjórar. Eitt møguligt avlop verður latið ÍSF. 

Soleiðis samtykt á ársaðalfundi tann 9. mars 2022.