Kappingarlýsing – vegleiðing
Hetta er ein vegleiðing til, hvussu tú sum fyriskipari byggir upp eina góða og greiða kappingarlýsing til tilmeldingarsíðuna. Ein góð lýsing tryggjar, at luttakararnir eru væl kunnaðir og kenna seg tryggar við tiltakinum.
So vítt møguligt eigur síðan at innihalda hesi punkt:
Grundleggjandi upplýsingar (Yvirskriftin)
Byrja við tí mest týðandi, so súkklarin beinanvegin sær, um kappingin er viðkomandi:
- Navn á kappingini og grein: Ger greitt, um talan er um t.d. vegsúkklukapping, MTB (XCC/XCO) ella eitt motiónskapping.
- Dato og stað: Tilskila týðiliga dato og stað.
- Stutt frágreiðing: Ein motiverandi tekstur um teinin(t.d. “vælkendur teinur”) og hvørjar trygdarskipanir eru (t.d. motorsúkklu ella fylgibilar).
Praktiskir upplýsingar
Hvat kunnu luttakarar vænta á staðnum:
- Skiftirúm: Upplýs um atgongd er til skiftirúm, bað og ves. Um eingir hentleikar eru (t.d. einki ves nærhendis), er týdningarmikið at skriva tað beinleiðis.
Tíðarætlan
Ger tað lætt at fáa yvirlit yvir dagin:
- Skrá: Tilskila tíðspunkt fyri innskriving, nær súkklararnir skulu vera klárir við start, og nær kappingin væntast liðug.
Rutufrágreiðing
Ein nágreinilig rutufrágreiðing hjálpir súkklaranum at fyrireika seg:
- Teinurin: Upplýs rutulongd í km, hæddarmetrar og møguliga leinkju til GPX-fílu/STRAVA.
- Lendi: Lýs rutuna við orðum (t.d. “brøtt niðankoyring”, “mótbrekkur” ella “sving krevja eitt sindur av snildi”).
- Dropzone: Hvar luttakarar kunnu tveita burturkast (t.d. “merkt við dropzone-fløggum”).
Yvirlit yvir bólkar og prísir
Nýt eina talvu fyri at skapa yvirlit yvir ymisku bólkarnar:
- Bólkar: Býtið eftir aldri ella støði (t.d. U19, Master, Opin bólkur..).
- Teinar: Vís týðiliga tal av umførum ella tíð fyri hvønn einstakan bólk.
- Tilmeldingarfreist: Ger vart við seinastu freist fyri tilmelding og møgulig eyka gjøld við eftirtilmelding.
Vinningar og handanir
Luttakararnir vilja fegnir vita, hvat teir kappast um:
- Lýs, um talan er um sponsorvinningar, blómur, steyp ella annað.
- Til barnabólkar kann tað vera ein fyrimunur at nevna, um okkurt er til øll (t.d. ein posi við góðgæti).
Samskiftisupplýsingar
Tryggja, at luttakararnir fáa fatur á tykkum:
- Upplýs nøvn og samskiftisupplýsingar (teldupost/telefon) hjá fyriskiparanum og møguliga høvuðsdómaranum.