Triathlon 

Ein samansett kapping, har íðkarar kappast í trimum samanhangandi greinum: svimjing, súkkling og renning. Tíðin gongur óavbrotin frá starti til mál, og skiftini (T1 og T2) eru partur av samlaðu kappingini. Endamálið er at gjøgnumføra allar tríggjar greinirnar skjótast gjørligt undir somu treytum fyri allar luttakarar. 

 

Krøv 

Svimjing 

  • Vatn: Opid vatn (sjógvur, vatn) ella svimjihøll (styttri kappingar)  
  • Frástøða: Vanliga 200 m – 3.8 km (alt eftir kappingarslagi)  
  • Trygd: Bjargingarfólk, trygdarútgerð og greið merking av rutu  
  • Startur: Felagsstartur, bylgjustartur ella einstakur startur  
  • Loyvt útgerð: Svimjubúnaður (vátdrakt um loyvt eftir hitastigi)  

Skifti T1 (Svimjing → Súkkl­ing) 

  • Skipað skiftizóna  
  • Súkklan skal vera staðsett á ávístum plássi  
  • Hjálmur skal takast á áðrenn farið verður við súkkluni  

Súkkl­ing 

  • Teinur: Vanliga 5 km – 180 km  
  • Undirlag: Oftast asfalt (kann eisini vera offroad í ávísum kappingum)  
  • Trygd: Greið rutumerking og ferðslutrygd (avstonging ella regulering)  
  • Reglur: Antin drafting loyvt ella bannað (skal vera greitt ásett)  
  • Útgerð: Súkklur góðkendar til kapping (vegsúkklur ella triatlon-súkklur)  

Skifti T2 (Súkkl­ing → Renning) 

  • Sama skipaða skiftizóna  
  • Súkklan skal setast á rætt pláss áðrenn farið verður at renna  

Renning 

  • Teinur: Vanliga 1 km – 42.2 km  
  • Undirlag: Asfalt, grús ella fast undirlag  
  • Rutan: Greitt merkt og trygg  
  • Hjálp: Vætu- og orku­støðir eftir tørvi  

Alment 

  • Samlað tíð (inkl. skifti) avger úrslitið  
  • Allar tríggjar greinirnar skulu gjøgnumførast í rættari raðfylgju: svimjing → súkkl­ing → renning  
  • Kappingin skal vera skipað undir tryggum og rættvísum karmum  

 

Er ikki 

  • Ein kapping við bert einari ella tveimum av greinunum (→ ikki triatlon)  
  • Ein stafett, har fleiri persónar býta greinarnar (→ stafett-triatlon, ikki einstaklings triatlon)  
  • Ein duatlon (renning → súkkl­ing → renning)  
  • Ein aquatlon (svimjing → renning)  
  • Ein kapping uttan skipað skifti millum greinarnar  
  • Ein kapping har tíð ikki verður tikin samanhangandi frá byrjan til enda