Vision, mál og kjarna
Um SST
SST er sersambandið fyri súkkling og triathlon í Føroyum og er ein felagskapur fyri øll, sum brúka súkklu til kapping, venjing ella frítíð.
SST hevur í dag 5 limafeløg, ið fevna um alt landið.
SST er limur í ÍSF (Ítróttarsamband Føroya).
Visón
SST skal gerast til eitt sterkt og savnandi sersamband, sum:
- Sum eggjar bæði ungdóminum og teimum vaksnu til at røra seg og skapa tryggar karmar til súkkling og triathlon
- Mennir ungdómin innan súkkling og triathlon
- Fáa 500 føroyingar at súkkla / gera triathlon
- Skapar betri rammur fyri bæði breidd og toppítrótt
Hetta er 5 ára ætlan hjá SST.
Vit eru til fyri at geva øllum gleðina við súkkling og triathlon. Vit vilja gera ítróttin atkomuligan fyri øll – ung, vaksin, breidd og topp.
Virðir
Vit byggja okkara arbeiði á hesi virði:
- Felagsskapur: SST er fyri øll, og vit gera tað saman.
- Ábyrgd: Vit taka ítróttin og ungdómsmenning í álvara.
- Opinleiki: Politikkur, mál og tilgongdir skulu altíð síggjast og skiljast uttanífrá.
- Áhugamál hjá limunum: Feløg og limir eru altíð kjarnin í arbeiðinum.
- Dygd: Vit arbeiða við góðari skipan, bæði í venjing, kapping og fyriskipan.
- Strategisk mál
SST setur sær nøkur strategisk mál at arbeiða eftir fyri at røkka visiónini. Komandi fimm árini verður dentur lagdur á fýra høvuðsøki, har vit arbeiða málrættað við einum meginmáli í senn.
- Skipan og leiðsla
- Felagsskapur og limafeløg
- Ungdómsmenning
- Menna og vaksa ítróttin
Endamálið er at byggja eitt sterkt og vælskipað sersamband, sum tryggjar støðugan vøkstur, góðar karmar og eina greiða leið í menningini av føroysku súkklingini og triathlon.
Skipan og leiðsla
Eitt av týdningarmestu málunum hjá SST er at byggja upp eina greiða og haldføra leiðsluskipan, har leiklutir og ábyrgd eru væl skilmarkað, og har samstarvið millum nevnd, starvsfólk og feløg virkar sum ein heild.
Nevndin hevur ta yvirskipaðu ábyrgdina av arbeiðinum og strategisku kósini. Undir nevndini verður ein yvirskipaður samskipari, sum hevur høvuðsábyrgdina av dagliga arbeiðinum í sersambandinum, leiðir felagssamskifti og umsitur landsliðsarbeiðið. Samskiparin hevur, saman við einum fíggjarstýrara, ein lyklaleiklut í at fáa visjónina hjá SST at liva í verki, bæði gjøgnum samskipan, fakligar linjur og dagliga uppfylging.
Undir samskiparanum verða settar tríggjar kjarnufunktiónir, sum tilsamans mynda arbeiðsgrundarlagið:
- Dagligur leiðari, samskipar arbeiði í sersambandinum og sygir fyri at øll arbeiða eftir felagsætlan sum er lýst í visiónini fyri SST og kunnar leypandi nevninda um gongdina.
- Roknskaparfólk, sum syrgir fyri at rokningar verða goldnar og at greiða er á fíggarviðurskiftinum hjá sambandinum og hevur tætta kontakt við dagliga leiðarin viðvíkjandi driftina av sambandinum.
- Stuðuls- og fíggingarumsitari, sum hjálpir bæði SST og limafeløgunum við at styrkja fíggjargrundarlagið, søkir stuðul frá grunnum og mennur samstarv við stuðlar og myndugleikar.
- Menningarfólk, sum arbeiðir við at seta orð á og fremja menningarætlanina fyri føroyska súkkling og triathlon. Hetta umfatar at gera greið vegleiðingarskjøl til feløgini, men eisini at hjálpa teimum at menna ungdómsarbeiðið og tryggja góðar og tryggar kappingarkarmar.
- Samskfitis- og rakstrarfólk, sum syrgir fyri, at sambandið millum SST, feløgini og almennar partar riggar í praksis. Hesin hevur ábyrgd av dagførdari heimasíðu, tíðindum, úrslitum og myndum, og skal tryggja, at tiltøk og kappingar eru væl lýstar og sjónligar.
- Úrval og landslið, hesin persónurin hevur um hendi at menna úrvalsíðkarar og vegleiða teimum at røkka altjóða støðið umframt at dríva landsliðsarbeiðið.
Arbeiðsbólkar og Oyggjaleikir 2027
Eitt serligt arbeiðsøki komandi árini verður fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar 2027. Til hesa uppgávu verður settur ein serligur oyggjaleika-arbeiðsbólkur, sum hevur til endamáls at tryggja, at SST er væl fyrireikað til at hýsa teimum kappingum, sum sambandið fær ábyrgdina av.
Yvirskipaði samskiparin og menningarfólkið stýra hesum arbeiðinum í felag og mynda bindiliðið millum SST og Oyggjaleikanevndina. Arbeiðsbólkurin fer at savna fólk við royndum innan fyriskipan og ítrótt og seta ábyrgdarfólk fyri hvørja grein, sum SST skipar fyri. Talan verður um sjey kappingargreinar, sum hvør krevur egið samskipandi toymi.

Felagsskapur og limafeløg
Sterkar røtur í felagsskapinum er grundarlagið undir øllum arbeiði hjá SST. Tí verður dentur lagdur á at styrkja sambondini við verandi feløg, Norðstrok, Troy, TST, Vága súkklufelag og MTB-felagið, og samstundis at skapa rúm fyri, at nýggj feløg kunnu vaksa fram kring landið.
Eitt av høvuðsmálunum er at gera tiltøk, sum geva meining fyri vanliga súkklaran. Tað merkir tiltøk, har bæði nýggir limir og breiddin í SST kann kenna seg heima, og har felagsskapurin er í miðdeplinum, ikki bara kappingin sjálv. Hetta er eisini lykilin til at fáa fleiri við, har fólk vilja vera virkin og hjálpa til.
Eitt dømi um hetta er ætlanin um at menna eina crit race-seriu, sum koyrur á stevninum fyri bæði børn, vaksin, roynd og elitu, sum kann sameina bæði nýggjar og royndar súkklarar í einum spennandi og sjónligum formati, har áskoðarar og luttakarar fáa eina felags uppliving.
Eitt annað dømi er at fáa Avbjóðingina upp at koyra aftur, sum skapar gott grundarlag fyri samanhald millum øll súkkluáhugaði.
SST vil eisini styrkja samstarvið við onnur áhugafeløg og netverk, so sum Team Rynkeby, Glaðar súkklarar og onnur, sum arbeiða við at fáa fólk á súkklu – bæði til frítíð, venjing og góðgerðarendamál. Hetta samstarv kann bæði skapa nýggjar møguleikar, fjølbroyttari tiltøk og eina sterkari felags rødd í samfelagnum.
Saman við hesum arbeiði verður eisini arbeitt við at stimbra nýggj feløg og stuðla teimum í at koma fyri seg. Vit hava longu eitt sterkt grundarlag, men tað er pláss fyri meira – fleiri staðbundin feløg, fleiri møguleikar og eitt enn breiðari grundarlag fyri føroyska súkkling og triathlon.
Ungdómsmenning
Ungdómsarbeiðið er ein av høvuðsmálinum í framtíðar ætlanini hjá SST. Føroyskur ítróttur stendur og fellur við, at børn og ung fáa góðar og tryggar møguleikar at luttaka, og at tey kenna seg sum part av einum felagsskapi, har tey kunnu mennast, bæði ítróttarliga og menniskjaliga.
SST vil tí menna skipað venjingartilboð til børn og ung í øllum feløgunum. Hetta skal tryggja, at øll, óansæð hvar í landinum tey búgva, hava møguleika at royna súkkling og triathlon á sínum egna støði. Tað kann t.d. verða gjørt við felags “Ung á súkklu”-døgum, summarlegu, venjingarlegum og ungdómslandsliðsvenjingum, har børn og ung møtast, venja saman og læra hvør av øðrum.
Amboð og útgerð
Vit vilja eisini tryggja, at feløgini hava atgongd til røttu amboðini, bæði tá tað snýr seg um útgerð, venjaramenning og venjingarætlanir. Hetta merkir t.d. at SST kann hjálpa við:
- Lán av trygdarútgerð til tiltøk,
- skipan av venjaraskeiðum í samstarvi við ÍSF,
- at gera einfaldar venjingarætlanir, sum feløgini kunnu brúka beinleiðis í sínum arbeiði.
Hetta merkir, at vit leggja dent á trivnað, læring og góða venjingarmenning, har børn og ung læra at seta sær mál, at arbeiða saman og at njóta ítróttin. Til hetta arbeiðið verður ein (ungdóms)mennari settur í SST. Hann skal hjálpa feløgunum við at byggja upp og menna egið ungdómsarbeiði, ráðgeva um venjing, tiltøk og skipan, og vera eitt felags bindilið millum feløgini.
Í praksis kann hetta merkja, at SST saman við feløgunum:
- skipar fyri ungdómscup við fleiri smærri kappingum gjøgnum árið,
- ger eina summarlegu ella venjingarlegu, har børn og ung royna allar greinar,
- skipar fyri venjarakvøldum, har roynd fólk deila sína vitan,
- og setur í verk eina mentor- og venjara-skipan, har eldri íðkarar hjálpa teimum yngru.
Við einum slíkum grundarlagi skapa vit eitt umhvørvi, har børn og ung hava gleði av ítrótti, trívast longur í felagsskapinum, og har næsta ættarlið av føroyskum súkklarum og triatletum kann vaksa fram á ein náttúrligan og tryggan hátt.
Menna og vaksa ítróttin
SST vil skapa ein sterkari og fjølbroyttari ítrótt, har fleiri fáa møguleikan at royna seg, bæði í kapping, venjing og felagsskapi. Vit ynskja ein ítrótt, sum er sjónligur, livandi og opin fyri øllum, ein felagsskap sum gevur bæði íðkarum, venjarum og sjálvbodnum ein kenslu av meining og felagsskap.
Tað skal vera lættari at luttaka, og fleiri møguleikar skulu vera til at venja og kappast, óansæð aldur og støði. Hetta merkir, at vit vilja menna fleiri tiltøk, kappingar og venjingarmøguleikar gjøgnum árið, alt frá stuttum “family rides/familjuferðum” og breiddartiltøkum til støðugari seriur av landavegs crit-, tri- og MTB-kappingum. Slík tiltøk gera ítróttin bæði sjónligan og atkomuligan og gevur samstundis børnum, ungum og vaksnum eitt felags savningarpláss.
Eitt annað týðandi mál er at styrkja og virðismeta sjálvbodna arbeiðið, tí tað er grundarlagið undir øllum virksemi. Vit vilja skapa betri karmar fyri sjálvboðin, geva teimum tænastur og útbúgving, og vísa alment, hvussu týdningarmikil tey eru fyri, at føroyskur ítróttur yvirhøvur kann liva og vaksa.
SST vil eisini hava eina greiða rødd útatil. Vit skulu tosa við kommunur og landsmyndugleikar um at betra umstøðurnar fyri súkkling á almennum vegum, og rópa upp, tá tað verður gloymt. Súkkling skal síggjast sum ein natúrligur partur av føroyskum samfelagið og ferðslu, ikki sum ein trupulleiki, men sum ein møguleiki fyri betri heilsu, tryggleika og trivnað.
Síðani vilja vit gera súkkling meira sjónliga og spennandi við tiltøkum, sum sameinar ítrótt og undirhald t.d. býarkoyringar á stevnudøgum, E-súkkling og opnar “mini races” fyri børn og ung. Slík tiltøk eru bæði reklama fyri ítróttin og ein máti at byggja felagsskap og samanhald millum fólk, sum annars ikki møtast.
Avbjóðingin verður at fáa nóg nógvar hendur, men vit síggja eisini, at nógv fólk vilja gera mun. Tí verður ein týðandi partur av arbeiðinum at skapa meiri felagsskap og fleiri tiltøk, sum knýta okkum saman, bæði innan ítróttin og í tiltøkum.
Næstu stig (2025–2027)
Komandi árini verður arbeiðið hjá SST miðvíst sett á at byggja eitt sterkt grundarlag undir framtíðar virksemi. Vit skulu fáa felagspolitikk, struktur og mál at hanga saman, og flyta sersambandið nærri feløgunum og teimum, sum skapa ítróttin í praksis. Fyrsta stigið er at formulera og samtykkja ein felags politikk og eina greiða visión, sum verður alment kunngjørd og ger grundarlag undir øllum framtíðararbeiði. Hatta arbeiði skal verða liðugt áðrenn árslok 2025.
SST er somuleiðis farið undir fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar 2027, har sersambandið fær ábyrgdina av fleiri kappingum. Ein serligur arbeiðsbólkur verður settur, við greiðum málum og ábyrgdarbýti, leiddur av yvirskipaða samskiparanum og menningarfólkinum í samstarvi við Oyggjaleikanevndina.
Vit vilja samstundis styrkja samstarvið við feløgini, so tiltøk, skeið og stuðul eisini røkka lokalt. Ein ungdómsætlan verður sett í gongd, sum fevnir um venjing, skeið og kappingar, hetta er eitt beinleiðis íløguátak í framtíðar súkklarar og triatletar. Ætlanin er at hendan er klár í 2026.
Við sama huga verður arbeitt við at menna eina landavegs crit race-seriu fyri vaksin og børn. Hetta skal gera ítróttin meira sjónligan og spennandi, bæði fyri áskoðarar og nýggjar luttakarar. Hendan er somuleiðis ætlað klár á vári 2026.
Sum partur í fyrireikingnum til Oyggjaleikir verður ein onnur høvuðsætlan at gera eina fjallasúkklubreyt í Føroyum.
Afturat hesum vil SST menna sponsortilfar og samstarvsmøguleikar, soleiðis at sersambandið og feløgini fáa eitt betri fíggjargrundarlag og kunnu gera verkætlanir meira sjálvberandi.
Langtíðarætlan (2030 og framyvir)
Eftir Oyggjaleikirnar verður arbeiðið vent móti at byggja eina burðardyggari og samanhangandi skipan fyri bæði breiddar- og toppítrótt.
Málini eru at:
- menna eina livandi súkklu- og triathlonmentan,
- gera ítróttargreinarnar atkomuligar fyri øll,
- og fáa 500 føroyingar á súkklu ella í triathlon innan 2030.
SST vil tryggja, at sambandið stendur eftir sum eitt álítandi, savnandi og sjónligt sersamband, sum er við til at menna føroyskan ítrótt bæði heima og úti í heimi.
Altjóða arbeiði og framtíðarmál
Eitt av langtíðar málunum hjá SST er at lyfta Føroyar á altjóða pallinum. Við einum skipaðum arbeiði til Oyggjaleikirnar 2027 og framyvir vilja vit byggja eitt landslið, sum bæði børn og vaksin kunnu síggja upp til, og sum tryggjar støðuga menning fyri føroyskar íðkarar á altjóða støði, soleiðis at vit hava føroyingar sum kappast a hasgta altjóða støðið. Dreymurin er at vit í 2030 hava
- Top 100 í súkkling
- Top 50 í Triathlon
- Top 50 í MTB
Vit vilja hjálpa feløgum at skapa betri karmar fyri breiddina, so fleiri síggja ein møguleika í ítróttinum, bæði sum íðkarar, venjarar og hjálparfólk. SST fer eisini at brúka altjóða samstarv til at skapa nýggjar møguleikar fyri føroyska súkkling og triathlon.
Tíðarlinja 2025–2030+
| Ár | Høvuðsverkætlan | Høvuðsinnihald / mál |
| 2025 | Felags politikkur og visión | Orða og samtykkja politikk, sameina feløgini um felags kós |
| 2025–2026 | Oyggjaleika-arbeiðsbólkur | Setast og arbeiða við skipan og kappingum til OY27 |
| 2025–2026 | Ungdómsprogram | Menna venjingar- og skeiðstilboð, seta ungdómsmennara |
| 2026–2027 | Crit race-seria | Fyrireika og seta í verk kappingar í kring landið |
| 2026–2027 | Fjallasúkklubreyt | Projektering og byrjan á bygging, klár til OY27 (stig 1) |
| 2027 | Oyggjaleikirnar | Fullførd fyrireiking og altjóða framførsla |
| 2028–2030 | Landslið og altjóða samstarv | Menna skipan, luttaka í altjóða kappingum |
| 2030 → | Burðardygg skipan og breiddarmenning | 1000 føroyingar á súkklu/triathlon, SST sum varandi sersamband |