Dómaraskeið í Triathlon, 7. mars 2026.

Dómaraskeiðið í triathlon verður hildið leygardagin 7. mars 2026.

Stað: Svimjihøllin, fundarhølið oman yvir nýggja svimjihylinum
Byrjar: kl. 09.00

Skeiðið tekur 1 dag, og umleið 6–7 tímar.

Skeiðið er ókeypis, og SST syrgir fyri provianti á degnum.

Hetta er eitt grundskeið fyri tey, sum vilja gerast triathlon-dómarar.

Meira kunning um dómarútbúgvingina fæst her: Dómaraskeið – kunning

Praktiskt

  • Undirvísingin verður á donskum
  • Havið notesblokk/teldu og praktisk klæði við

Tilmelding

  • Seinasta freist at melda til er 5. mars 2026. 
  • Tilmelding fer fram við at senda ein mail á SST@SST.fo