Vegsúkkling í høvuðsstaðnum!

Vegsúkkling í høvuðsstaðnum!
Komandi leygardag, leygardagin 11. apríl, verður kappast í vegsúkkling. Greinin hesu ferð verður aftur felagsstartur.
Komandi leygardag verður Havnin karmur um kappingina.
Startur og mál verður við Tjarnir. Leiðin gongur eftir Havnarvegnum, oman eftir Sundsvegnum, og eftir Vegnum Langa, gjøgnum rundkoyringina við Føroya Tele, til rundkoyringina við Eysturoyartunnilin, og so niðan móti Tjarnir.
Eitt umfar er smáar 8 km til longdar. Vit koyra 64 km, og súkklarar skulu tí koyra teinin 8 ferð.
Kappingin byrjar klokkan 16. Innskriving er millum klokkan 15 og 15.30.
GG! Talið av bilum er nógv økt seinastu árini – serliga í Havn. Tað kann tí henda at teinurin verður broyttur. Vit kunna sjálvandi um hetta seinni í vikuni.