Súsanna og Pauli eisini Føroyameistarar í býarkoyring

FM kappingarnar í súkkling halda fram. Fríggjakvøldið 19. september varð kappast í FM í býarkoyring, hesaferð í einum av nýggjaru býunum í Føroyum – á Toftum.

Íalt 14 luttakarar vóru í kappingini, sum varð koyrd á havnalagnum á Toftum. Koyrt var runt eina leið, sum var einar 1.200 metrar í 45 minuttir og síðani 3 umfør.

4 teir fremstu mennirnir fylgdust allan vegin, men Pauli dróg longsta stráið. Teir komu á mál soleiðis: 1. Pauli Poulsen, Troy, 52,09 min., 2. Bergtór Tórsteinsson, Norðstrok, 52,09 min., 3. Helgi Winther Olsen, Fjallasúkklufelagið, 52,35 min., 4. Hilmar Hansen, Norðstrok, 52,35 min.

Súsanna Skylv úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag var einsamøll kvinna hetta kvøldið, og vann tí FM hjá kvinnum við tíðini 50,36 min.

Hjá U19 unglingunum var eisini stórur spenningur, og har vann Jónatan Gregersen, Troy við 50,01 min. Frammanfyri Mikkjal Heðin Rosén, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, sum hevði 50,02.

Sí øll úrslitini á Webscorer her.

Vinnarar í býarkorying U19

Vinnarar í býarkorying hjá monnum