Súkklivenjingarlega á Gran Canaria 2026
Súkklivenjingarlega á Gran Canaria 2026 🚴♀️☀️
Kom við okkum til eina viku við sól, venjing og felagsskapi á Gran Canaria!
Frá 27. januar til 4. februar 2026 fara vit til eina av best egnaðu oyggjunum í Evropa til súkkling, har vit sameina góðar vegir, fjølbroytt landslag og hitt góða januarveðrið.
Praktiskt
- Ferð: Direkte flogferð frá Føroyum til Gran Canaria við Atlantic Airways
- Gisting: Sport Hotel Monte Feliz – powered by Playitas
- Matur: Hálv pensjón (morgunmatur og nátturið)
- Flutningur: Inkl. flutningur til og frá flogvøllinum á Gran Canaria
Prísir
- 11.500 DKK pr. persón í dupultkamari (deilir kamar við øðrum – skriva viðmerki í tilmeldingini um tú hevur ynski um kamarfelag)
- 15.500 DKK pr. persón í einakamari (avmarkað nøgd – sig frá skjótast, skal bíleggjast serskilt)
Við tilmelding rindar tú 3.000 DKK í depositum + 100 DKK í avgreiðslugjald. Restin skal rindast seinast 1/12-25. Lena sendur eina rokning á mail tá vit nærkast.
Venjing og málbólkur
Hetta er fyrst og fremst ein venjingarlega fyri bruttohópin í súkkling og triathlon, men øll eru vælkomin at koma við.
- Landsliðsvenjarin leggur venjingarætlanina fyri bruttohópin, og øll kunnu síggja hvussu venjingin verður skipað.
- Tveir felagstúrar verða møguliga gjørdir hvønn dag – ein fyri teir skjótari og ein fyri teir minni skjótari súkklararnar.
- Tú ert eisini vælkomin at leggja tíni egnu túrar eftir egnum ynski.
Umhvørvið
Gran Canaria er eitt mekka fyri súkklarar – her finnur tú:
- Brøttu fjøllini í norðurpartinum við episkum stigningum og útsýni
- Langar og slættar teinar í suðurøkinum til roynd og góðar TT-venjingar
- Framúr góðar vegir og lítil ferðsla á teimum bestu rutunum
- Einastaðni har tú longu í januar kanst súkkla í sól og 20+ stigum
Hetta er staðið, har nógv av heimsins bestu lið og einstaklingar leggja sínar vetrarlegur.
Hjálparlið
Vit arbeiða við at hava mekanikara og hjálparfólk við á túrinum – og møguliga eisini bil, sum koyrir aftan á. Meira kunning um hetta kemur, tá ið vit nærkast.
Íroknað í prísinum
✔️ Flogferð úr Føroyum til Gran Canaria
✔️ Gisting á Sport Hotel Monte Feliz
✔️ Morgunmatur & nátturið (hálv pensjón)
✔️ Flutningur til/frá hotellinum
✔️ Venjing og leiðsla
(Vit arbeiða við at finna loysnir fyri energi á rutuni – annars ber til at keypa á staðnum)
Ikki íroknað
❌ Ferðatrygging
❌ Sukur/snacks á rutuni
❌ Drykkjuvørur til døgurða
❌ Súkkluleiga (viðmælt at hava egnu súkklu við)
Avmarkað pláss
Vit hava 20 pláss, so meld teg til beinanvegin, um tú vilt tryggja tær pláss á hesum serliga túrinum.