Krúnan á verkinum hjá Súsonnu

Fríggjadagin á Oyggjaleikunum á Orkney varð kappast í býarkoyring, eisini nevnt criterium.

Júst hendan kappingin er tiltikin trupul, tí koyrt verður skjótt og við nógvum svingum. Kvinnurnar koyrdu 45 min. + 5 umfør.

Súsanna Skylv Sørensen, sum longu hevði tvey silvurheiðursmerki í skjáttuni frá tíðarkoyringini og vegakappingini gjørdi ikki mætari enn at vinna býarkoyringina.

Hon kom á mál beint frammanfyri kappingarneytarnar við tíðini 01:00:24. Silvur og bronsa fóru til Hannah Kennedy og Pippa Inderwick, báðar frá Guernsey, sum komu á mál við tíðini 01:00:26.

Sí allar tíðirnar hjá kvinnunum niðanfyri:

Heili 43 menn vóru við í býarkoyringini hjá monnum. Tað var sera tætt millum fyrstu 12 íðkararnar. Aaron Genestar Sánchez av Menorka vann gull við 01:08:34, Tyler Hanney av Isle of Man vann silvur og Jacob Mauger av Jersey vann bronsu.

Føroyingarnir stríddust manniliga. Pauli Poulsen kom á mál sum nummar 29 og Niklas Hallgren Niclassen kom á mál sum nummar 35.