FM MTB 2024 XCO Miðteinur
Fjallasúkklukappingin um FM heitið í miðteini (XCO) verður leygardagin 31. august í Havn.
Tilmelding
Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 50 kr. Freistin at melda til er sunnukvøldið 25. august. Luttakarlisti sæst her.
Skrá
- 13.00 Innskriving
- 13.50 Súkklarar klárir við startin
- 14.00 Startur U19, U23, M40, M50, M60, Opin bólkur
- 16.00 Kappingin liðug
Stevnuøki
Vit hava ikki møguleika fyri umklæðing á stevnuøkinum innandura, men tjald verður, har til ber at skifta og goyma klæðir. Einki vesi er beint við. Drekka og ábit verður at fáa.
Lýsing av kapping
XCO er fjallasúkkling á olympiskum teini, har kappast verður í uml. 90 min á einari breyt sum er uml. 5 km long við blandaðum tekniskum og fysiskum avbjóðingum. Eitt ávíst tal av umførum skal súkklast.
Í talvuni niðanfyri síggjast hvussu nógv umfør hvør bólkur skal súkkla. Talið av umførum kann broytast á degnum um dómarin metir at færri ella fleiri umfør skulu súkklast fyri at raka røttu vinnaratíð.
Lýsing av rutu
Startur og mál er við Hotel Føroyar. FM rutan er 6,0 km long við 230 hm og er ein góð blanding av súkkling í lendi og á grúsgøtu. Mótbrekkurnar eru brattar og drúgvar og undanbrekkurnar tekniskar. Rutan sum hevur verið nýtt undanfarin ár er kvett av Marknagilstunlinum, og tí er rutan løgd eitt sindur um í ár. Hendan rutan er eitt vet longri, men loyvir tveimum av bestu undanbrekkunum í økinum at vera nýttar í ársins teini.
Kappingarbólkar
Bólkur | Árgangir | Kappingartíð | Umfør |
---|---|---|---|
U19 | 2006-2007 | 60 | 2 |
U23 | 2002-2005 | 90 | 3 |
Opin bólkur kvinnur | 1985-2001 | 90 | 3 |
Opin bólkur menn | 1985-2001 | 90 | 4 |
M40 | 1975-1984 | 75 | 3 |
M50 | 1965-1974 | 60 | 2 |
M60 | 1955-1964 | 60 | 2 |
Lýsing
- Grein: mtb
- Stað: Tórshavn
- Dato: 31. august 2024
- Innskriving: kl. 13:00
- Byrjan: kl. 14:00
Bólkar
- U19
- U23
- Opin bólkur
- M40
- M50
- M60