Fríggjakvøld 14. oktobur 2022 gjørdist søguligt fyri føroyska súkkling. Á fundi í París gjørdist Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon limur í altjóða súkklisambandinum Union Cycliste Internationale, í stuttum nevnt UCI.
Hetta er eitt úrbýtið úr miðvísa arbeiðinum SST hevur gjørt seinastu árini fyri at menna skipanina í súkklingini og er ein liður í miðvísa arbeiðinum og kósini sersambandið hevur sett.
Tað er greitt, at limaskapurin gevur okkum møguleikar, men eisini at hann setur krav til, hvussu vit skipa okkum. Vit hava møguleika at luttaka í altjóða kappingum umboðandi Føroyar, men vit skulu eisini í enn størri mun enn áður skipa tiltøk, ið liva upp til tey krøv UCI setur. Hetta er ein avbjóðing vit skulu lyfta í felag.
Talan er um atlimaskap, sum merkir, at vit eru knýtt at danska súkklisambandinum DCU. Tað loyvir okkum at luttaka í flestu kappingum umboðandi Føroyar undantikið HM og OL, har føroyskir súkklarar skulu luttaka fyri Danmark. Tað er sjálvandi ein avmarking, men eisini ein møguleiki at samstarva tætt við Danmark um menning av súkklarum, venjarum, dómarum og øðrum hjálparfólki í súkklingini. Í paralympiskum høpi eru Føroyar tó sjálvstøðugar, og tá hevur atlimaskapurin í UCI við sær, at føroyskir parasúkklarar kunnu luttaka fyri Føroyar.
Í næstum fer Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon at fagna farna súkkluárið og stórsligna markamótið og bjóða føroyskum súkklarum í ársveitslu.
Til lukku til føroyska súkkling.