MTB Undanbrekka 2 2021

Fjallasúkklufelagið skipar Undanbrekka, sum  er ein kappingarøð, har tað snýr seg um at súkkla skjótast oman gjøgnum eina brekku.

Stað

Kappingin er á Fjallasúkklugøtuni við Vesturvarða. Tað ber til at seta bil á økinum við Tølthøllina í Havnadali. Tiltakið er nakað burturfrá umklæðingarmøguleikum og vesi. Vit hava eitthvørt til sølu at eta og drekka á staðnum.

Skrá

10.00 Møtt verður til súkklukekk og breytarskáan. Møguleiki er at venja á breytini.

12.00 Kapping fyri vaksin byrjar
13.00 Kapping fyri vaksin liðug

13.00 Kapping fyri ung byrjar
14.00 Kapping fyri ung liðug

14.00 Grill, tónleikur og hugni og møguleiki hjá øllum at súkkla víðari og spæla
18.00 Vit pakka saman

Gevið gætur, at  so skjótt kapping er liðug (uml kl. 14), er opið á breytini fyri vaksnum og børnum sum ikki hava kappast at royna seg á breytini. Venjarar eru til staðar at hjálpa við ymsu avbjóðingunum á gøtuni, og til ber eisini at súkkla alla breytina og taka tíð. Minnist til at krav er um verju!

Aldursbólkar

Kappast verður í hesum aldursbólkum:

U13 – fødd 2009 og 2010
U15 – fødd 2007 og 2008
U17 – fødd 2005 og 2006
U19 – fødd 2003 og 2004
U23 – fødd 1999 til 2002
Opin – fødd 1998 og fyrr

Í tilmeldingini verður automatiskt deilt í bólkar.

Tilmelding

Allir súkklarar melda til kappingina á webscorer á leinkjuni, og ein byrjanarlisti verður gjørdur út frá hesum.

Kostnaðurin er 50kr og skal flytast á kontu 9865-9889900, viðmerk “Undanbrekka 1”. Vit fara at biðja súkklarar melda til stundisliga og seinast mikudagin 5. maj so vit kunnu fyrireika startlistarnar. Tað ber til at melda til á degnum. Tá er kostnaðurin 100kr.

Reglur

Súkklað verður ein og ein og kappast verður eftir tíð. Teinurin verður súkklaður tvær ferðir og tíðin fyri báðar ferðir verður løgd saman. Vinnarin er tann, ið hevur stytst tíð samanlagt.

Súkklarar byrja í einari startboks sum er á toppinum á breytini. Ein dómari telur niður, og sigur frá, nær súkklarin byrjar. Tá ið súkklarin kemur á málstrikuna, verður tíðin stegðað.

Stig til Undanbrekku kappingarrøð

Tilsamans eru trý umfør í Undanbrekku 2021 kappingarrøðini. Síðsta umfar er samstundis FM.

5. maj 2021 – Undanbrekka 1
3. jul 2021 – Undanbrekka 2
25. sep 2021 – Undanbrekka 3 (FM MTB DH 2021)

Stig verða givin, soleiðis at fyrsta pláss fær 7 stig, annað pláss fær 5 stig, triðja pláss fær 4 stig, fjórða pláss fær 3 stig, fimta pláss fær 2 stig og allir aðrir luttakarar fáa 1 stig. Vinnarin av samlaðu kappingini er tann, ið hevur flest stig samanlagt.

Krøv til súkklu

Allar súkklur verða kekkaðar áðrenn byrjan, fyri at tryggja at standurin á súkkluni er góður, dekkini eru í lagi og at bremsurnar eru tryggar. Góðkendar súkklur fáa eitt merki at seta á súkkluna. Súkklan skal verða góðkend, áðrenn venjast kann á rutuni.

Krøv til verju

Allir luttkarar skulu vera í verju. Minsta krav er hjálmur, knæ og albogaverja. Rátt verður til eisini at nýta ryggskjøldur, nakkaverju. Tað verður rátt til at nýta heilhjálm (full face), men lættari fjallasúkkluhjálmar verða eisini loyvdir. Hjálmar verða kannaðir fyri skaða áðrenn loyvt verður at byrja.

Fjallasúkklufelagið hevur nakrar eyka knæ og albogaverjur, sum súkklarar kunnu lána. Tað eigur at vera undantak, og øll verða rádd til sjávandi at eiga verju sjálvi.

Ruta

Kappast verður á bygdu gøtuni við Vesturvarða. Teinurin er 350m langur og hevur eitt fall á 30m. Gøtan byrjar á sløttum, har fitt skal traðkast fyri at koma fram millum smáar forðingar. Síðani kemur meira ferð á oman gjøgnum 4 stór berms við millumliggjandi sløttum skjótum strekkjum. Úr síðsta berminum er síðsti partur av gøtuni meira náttúrlig og óruddilig, áðrenn komið verður oman á slætt, har aftur skal traðkast síðstu metrarnar á mál. Rutan sæst niðanfyri og í Strava boksini er leinkja til skrásettar tíðir.