Føroyaleikir 2021 VEG Kriterium

Kappingin í býarsúkkling er ein kapping í fullari ferð har súkklarin bæði skal duga væl, hava stóra styrki og hava dirvið at bjóða sær sjálvum og øðrum av. Kappingin er fyri royndar súkklarar. Súkklað verður mitt í Tórshavn. Súkklarin merkir bæði hjartað í sær sjálvum og hjartað í býnum dunga, og áskoðarin hevur møguleika at standa mitt í rokanum og fylgja við. Rutan verður væl merkt av so trygdin er góð, men eisini verður víst á hvar áskoðarar kunnu standa heilt nær at súkklarunum og uppliva súsið. Kappingin er stutt so ferðin er høg og álopini nógv, og endaligi sprinturin verður soleiðis at nógv síggja og vinnarin kann heiðrast.

Skrá

16.00 Innskriving
16.45 Startuppkall og kunning
17.00 Startur
17.45 Súkklarar lidnir
18.00 Heiðursmerkjahandan

Tilmelding

Tilmeldingin til kappingina er í seinasta lagi 19. juni 2021. Tú skalt gjøgnum tvey trin fyri at melda til.

1.  Melda til Føroyaleikir á www.foroyaleikir.fo
2.  Melda til kappingina hjá SST á webscorer við at klikkja á knøttin við tilmelding

Kostnaðurin fyri at melda til Føroyaleikir er 200kr og til ber at keypa gisting og mat. Hetta verður alt goldið gjøgnum Føroyaleikir. Eingin kostnaður er afturat gjaldinum til Føroyaleikir. Ivast kanst tú seta teg í samband við SST á sst@sst.fo ella 221230

Kappingin

Súkklað verður í 45min umframt eitt umfar. Tað vil siga, at tá ið 45min eru farnir og ein súkklari kemur framvið málinum, verður ringt á einari klokku og súkklarin fer á síðstu rundu. Vinnarin av kappingin er tann sum millum tey sum hava súkklað flest umfør kemur fyrst á mál.

Rutan

Súkklað verður í miðbýnum í Havn. Byrjað verður við á Kongabrúnni har súkklað verður niðan eftir Kopargøtu og Áarvegnum til Tinghúsvegin. Síðani oman eftir Sverrisgøtu í eitt skarpt sving inn á Tórsgøtu og aftur eitt skarpt sving inn í brekkuna á Mylnugøtu niðan á Vaglið. Brekkan heldur á niðan eftir Húsabrúgv til Bringsnagøtu og so oman av Reyninum til enn eitt skarpt sving út á Áarvegin. Síðani verður súkklað út eftir Kongabrúnni og Havnargøtu til rundkoyringina at venda inn móti málinum aftur. Teinurin er 1,4km langur við 40hm fyri hvørt umfar.