FM Innisúkkling
FM í innisúkkling – nærri lýsing verður í næstum.
Um tiltakið
Súkklað verður á talgildað pallinum Whaoo RGT. Tað er ókeypis at luttaka og tú skalt hava ein vanga, ein innivenjara og súkklu. Møtt verður fysiskt á staðnum lýst niðanfyri.
Stað og tíð
Tiltakið verðu á Fróðskaparsetrið Føroya á Frælsinum (Læraraskúlin) sunnudagin 16. apríl 2023.
Skrá
Kl. 13.00 – Møtt verður og útgerð gjørd klár
Kl. 14.00 – Innleiðandi umfar 1
Kl. 14.30 – Innleiðandi umfar 2
Kl. 15.00 – Innleiðandi umfar 3
Kl. 16.00 – Finaluumfar
Møtið stundisliga. Tað tekur fitta tíð at fyrireika.
Tilmelding
Tilmeldingin fer fram við at tú teknar teg til tilakið á RGT tiltakinum í slóðini niðanfyri:
https://user.rgtcycling.com/event?code=
Hvussu er við innivenjara og súkklu?
Tú skalt hava súkklu við og súkklar á Wahoo Kickr innivenjara. Innivenjararnir hava 11 gear kassettu á, og 10 speed kassetta kann setast á, um tú hevur hana við.
Óansæð um tú hevur egnan innivenjara við ella tú lænir innivenjara, er tað eitt ófrávíkiligt krav, at súkklan hjá tær er rein og at ketan er gullrein og hevur eina ikki-dálkandi olju. Tú kanst umhugsa eina voksbaseraða olju ella eina turrolju.
Ber til at luttaka úr fjarstøðu?
Tað ber einans til at luttaka við at verða við á staðnum. Øll súkkla á somu innivenjarum.
Spurningar?
Hevur tú aðrar spurningar, so send eini boð til inni@sst.fo ella royn á FB bólkinum Innisúkkling Føroyar.
Lýsing
- Grein: inni
- Stað: Tórshavn
- Dato: 16. april 2023
- Innskriving: kl. 13:00
- Byrjan: kl. 14:00
Bólkar
- Opin bólkur